Havnar Telvingarfelag stóri sigursharrin

Í talvfinaluni í ungdómskappingini um vikuskiftið vann Havnar Telvingarfelag bæði fyri tey yngru og tey eldru.

Leygardagin var finalan í ungdómskappingini í talvi telvað í bygdarhúsinum í Hósvík, har 29 lið og við umleið 130 ungir telvararum telvaðu. Og var tað elsta talvfelag í Føroyum, Havnar Telvingarfelag, sum júst hevur fylt 80 ár, sum vann bæði føroyameistaraheitini.

Býtt var upp í tveir aldursbólkar, upp til 4. flokk og frá 5. flokki og uppeftir. Í hvørjum aldurbólki høvdu 6 lið telvað seg í finalubólkin í tveimum undanfarnu kappingum á Giljanesi og á Oyrabakka.

Eisini vóru tveir opnir bólkar, har øll lið kundu telva við. Í yngra opna bólkinum vóru 7 lið og í eldar opna bólkinum vóru 10 lið. Í øllum bólkum vóru heiðursmerki til try´ tey fremstu liðini.

Í báðum finalubólkunum telvaði hvørt lið tvær reisir ímóti hvørjum øðrum. Og í yngra finalubólkinum, gjørdist Havnar Telvingarfelag føroyameistari. Endaliga støðan varð:

Nr. Felag Stig
1 HT4 31,5
2 VT2 29,5
3 ST2 24
4 KT4 14
5 Rókur4 13
6 MT4 6

Í eldra finalubólkinum gjørdist Havnar Telvingarfelag eisini føroyameistari. Endaliga støðan varð:

Nr. Felag Stig
1 HT1 31
2 KTF1 26,5
3 MT1 26
4 HT2 20,5
5/6 GT2 8
5/6 KTF2 8

Í yngra opna bólkinum gjørdist støðan henda:

Nr. Felag Stig
1 GT4 17,5
2 KT5 16,5
3 HT5 13,5
4 VT3 12,5
5 Rókur5 10,5
6 KT7 9,5
7 KT6 4

Í eldra opna bólkinum gjørdist støðan henda:

Nr. Felag Stig
1 HT3 25
2 KT2 24
3 KT1 23,5
4 TT1 23,5
5 MT2 19,5
6 VT1 17
7 Rókur/Ljósá 16
8 KT3 13,5
9 Rókur3 9
10 MT3 5