- Vit gleða okkum at síggja viðskiftafólk, samstarvsfelagar, fyrrverandi starvsfelagar og vinfólk á móttøkuni í morgin, siga Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad í Havnar Træsmiðju.

Havnar Træsmiðja 40 ár 

Fríggjadagin 5. apríl hátíðarheldur Havnar Træsmiðja, at 40 ár eru liðin, síðan fyritøkan varð stovnað í 1984. 

 

- Vit gleða okkum at síggja viðskiftafólk, samstarvsfelagar, fyrrverandi starvsfelagar og vinfólk á móttøkuni í morgin, siga Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad í Havnar Træsmiðju.

Tað vóru teir báðir, Leivur Andresen og Tóri Nattestad, sum stovnaðu snikkaravirkið Havnar Træsmiðja. Stutt eftir kom fyrsti lærlingurin, sum var Hjartvard Johannesen. 

 

Fyritøkan helt til á Tórgarði í nógv ár, men síðan 2002 hevur fyritøkan húsast í Mykinesgøtu. Hesi árini hava umleið 40 lærlingar staðið í læru. Í dag eru tilsamans 12 starvsfólk knýtt at Havnar Træsmiðju.

 

Fríggjadagin 5. apríl millum klokkan 14 og 16 verður móttøka í Mykinesgøtu 4, har tónleikabólkurin Deiggj skipar fyri undirhaldinum. Teir fara at spæla løg av nýggju plátu teirra umframt annað gott, sum teir hava spælt á drúgvu tónleikaleið síni.

 

Í nógvum privatum heimum - á fyritøkum, stovnum og matstovum kring landið hevur Havnar Træsmiðja latið frá sær væl úr hondum greitt arbeiði í flottum sniði, sum eitt nú køkar, skáp, diskar, borð, hurðar og vindeygu.   

 

-Heilt síðan fyrsta dagin hava vit lagt okkum eftir at gera okkum ómak og at vera nærlagdir í øllum lutum. Stutt og greitt hava vit lagt okkum eftir at veita dygdargott handverk, siga Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad, stjórar í Havnar Træsmiðju.   

 

Og nú fyritøkan fer at skipa fyri móttøku í Mykinesgøtu 4 seinnapartin í morgin bjóða teir á gátt.

 

- Vit gleða okkum at síggja viðskiftafólk, samstarvsfelagar, fyrrverandi starvsfelagar og vinfólk okkara á móttøkuni í morgin, siga teir báðir, Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad. 

 

 

 

- Vit gleða okkum at síggja viðskiftafólk, samstarvsfelagar, fyrrverandi starvsfelagar og vinfólk á móttøkuni í morgin, siga Sigmund Sørensen og Tóri Nattestad í Havnar Træsmiðju.