HB hevur í kvøld havt aðalfund. Kaj Leo H. Johannesen takkaði fyri seg og nýggjur formaður er Tormóður Stórá. Felagið boðar eisini frá, at felagð hevur 400 túsund krónur í yvirskot.
- Roknskapurin, ið vísti eitt yvirskot á góðar 400.000 kr., bleiv góðkendur uttan stórvegis viðmerkingar, skrivar HB.fo.
Undan fundinum var greitt, at Kaj Leo H. Johannesen tók seg úr nevndini, av tí at hann nú er landsstýrismaður í heilsumálum. Eisini hevði starvsnevndin avgjørt, at talið av nevndarlimum skuldi hækkast úr fimm upp í seks limir.
Tveir nevndalimir, Tormóður Stórá og Jóannes Mouritsen, stóðu fyri vali, og vóru báðir afturvaldir. Samstundis skuldu tveir nýggir limir veljast. Nevndin skeyt upp at Bjarni Joensen og Páll Mohr Joensen komu nevnd, og tað var einmalt samtykt.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Tormóður Stórá, formaður
Thomas Juul S. Thomsen, varaformaður
Jóannes Mouritsen, peningarøkil
Ransin N. Djurhuus, nevndarlimur
Bjarni Joensen, nevndarlimur
Páll Mohr Joensen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru Tummas Óli Mortensen og Bent Tommy Linklett.