Aftur í ár bjóðaði KÍ trimum teimum ovastu liðunum frá landskappingini árið fyri til fótbóltskapping í Klaksvík beint áðrenn steypakappingin byrjar av álvara.
Umframt KÍ vóru liðini B36, HB og GÍ ? nett tey somu fýra liðini sum í fjør.
Leygardagin 28. mars vóru tveir dystir spældir. HB vann 4-2 á GÍ, meðan KÍ vann stórsigur 5-0 á B36.
Og sunnudagin vórðu so dysturin um 3. plássið og sjálv finalan spæld. GÍ bleiv nummar trý við at hølva B36 av 9-1 eftir at hava verið á odda 3-0 í hálvleikinum, men finalan millum HB og KÍ gjørdist meira spennandi.
Allan Mørkøre legði HB á odda við at senda eitt fríspark beinleiðis í netið hjá gomlu liðfeløgunum. Tað var seint í fyrra hálvleiki, men miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Marek Wierzbicki til 1-1, eisini beinleiðis upp á fríspark.
Dysturin endaði við javnleiki, og so varð farið beinleiðis til brotsspørkini. Og her eydnaðist tað HB at gera fimm mál, meðan KÍ misnýtti eitt brotsspark og sostatt bert fekk fýra mál.
Tað frættist, at liðið hjá B36 so at siga bert var mannað við 2. deildarspælarum, og tað sást eisini aftur í úrslitunum. Eitt sindur ófólkaligt av føroyameistarunum at vísa hesum góða tiltakinum hjá klaksvíkingum so lítla virðing. Sama dag sum kappingin byrjaði í Klaksvík, spældi besta liðið hjá B36 venjingardyst móti VB í Gundadali og vann 2-1.