HB er favorittur

Á NordicBet hava tey sett odds á, hvussu útlitini eru fyri komandi kappingarárinum í føroyskum fótbólti

Fótbóltur

 

Skal gangast eftir tí, sum NordicBet metir, so er Skála fremsti kandidaturin til niðurflyting komandi kappingarár. Í øllum førum fáast pengarnir heilar 235 ferðir aftur, um Skála verður føroyameistari í 2008. Og tað er munandi meira enn eitt nú B68 og ÍF geva.

Kapprenningin um meistaraheitið verður annars ein dystur millum HB og NSÍ, meðan EB/Streymur verður mett sum vandamesta mótstøðuliðið hjá teimum báðum sambært veddingarfyritøkuni.

Á heimasíðuni hjá NordicBet ber annars til at spæla um hópin av ymsum útfallum. Eitt nú um Hanus Eliasen skorar fleiri mál enn Jónhard Frederiksberg, ella um B68 endar framman fyri Víking, tá kappingin er av.

Eisini eru odds sett á stórsteypadystin millum NSÍ og EB/Streym, eins og fyrstu umførini av steypakappingini longu nú finnast á listanum.

 

Fakta

 

FM-odds frá NordicBet

HB 3,00

NSÍ 3,50

EB/S 4,00

B36 5,50

KÍ 7,00

B71 14,00

Víkingur 14,00

B68 75,00

ÍF 120,00

Skála 235,00