So er tað greitt, at HB hevur vunnið FM fyri 22. ferð. HB vann í dag 1-0 á TB, og harvið er tað eisini greitt, at TB næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini.
Sigursmálið skoraði Christian R. Mouritsen tjúgu minuttir undan leikloki.
Við 3-1 heimasigri á NSÍ hevur ÍF tryggjað sær silvurkrónurnar. Øssur Dalbúð var tvifaldur ÍF málskjútti.
B36 hevur við 2-1 sigri við Margáir lagt seg á bronsuplássið. Adeshina Lawal var tvífaldur B36 málskjútti.
Í síðsta umfari skal B36 til Fuglafirðar, og NSÍ fær vitjan av HB. B36 er undan 27. umfari eitt stig frammanfyri NSÍ.
2-1 tapið ímóti B36 ber við sær, at EB/Streymur fyri fyrstu ferð síðani 2005 ikki vinnur heiðurskrónur, og at liðið ikki vinnur atgongumerkir til altjóða luttøku.
Víkingur smurdi KÍ av 3-0. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, tá ið KÍ legði bragdliga fyri, men har Víkingur fekk stóra úrtøku og síðani var tað eingin ivi. Hóast KÍ enn eina ferð legði rygg til trivaligt tap, so eru klaksvíkingar á veg til hús aftur við vissuni um, at teir aftur næsta ár skulu spæla í fremstu røð.
Soleiðis er tað eisini hjá AB, sum í Sørvági vann tryggjan 3-0 sigur ímóti 07Vestur, sum í meiri enn ein tíma var undirmannað, eftir at miðverjin Téhé Aristide hevði sæð reytt. Jónas Stenberg skoraði í 1. hálvleiki tvær ferðir við brotssparki.
26. umfar
ÍF-NSÍ 3-1 (1-0)
1-0: Øssur Dalbúð 11.
2-0: Øssur Dalbúð 75.
3-0: Høgni Madsen 80.
3-1: Klæmint A. Olsen 90.+2.
Reytt kort: Jens Joensen, NSÍ, 76. (2 gul)
Víkingur-KÍ 3-0 (3-0)
1-0: Hanus Jacobsen 31.
2-0: Hans Jørgen Djurhuus 36.
3-0: Finnur Justinussen 40.
EB/Streymur-B36 1-2 (1-1)
0-1: Adeshina Lawal 10.
1-1: Hans Pauli Samuelsen 23.
1-2: Adeshina Lawal 90.
07-Vestur-AB 0-3 (0-2)
0-1: Jónas Stenberg br 16.
0-2: Jónas Stenberg br 43.
0-3: Rógvi Poulsen 90.+2.
Reytt kort: Téhé Aristide, 07Vestur, 15. (beinleiðis reytt)
HB-TB 1-0 (0-0)
1-0: Christian R. Mouritsen 68.
Støðan eftir 26 umfør
HB 54
ÍF 49
B36 43
NSÍ 42
Víkingur 40
EB/Streymur 38
AB 31
KÍ 25
TB 22
07Vestur 14
----
LIÐUGT
1-0
90) Eingin ivi er um, at HB verður meistari, men TB vísir framúr hugburð. TB trýstir og trýstir, og Teitur M. Gestsson hevur bjargað, og aðru ferðina fór bólturin uppum.
85) TB vísir sera góðan hugburð. HB málverjin hevur bjargað væl, og tað hava verið spentar hornasparksstøður í HB brotsteiginum.
Poul Ingason hevur havt góða roynd av brotsteigarmarkinum, men bólturin for við síðuna av.
80) Gunnar Haraldsen er komin inn í HB miðverjuna. Tróndur Jensen er farin fram á miðvøllin, har Bárður Olsen, sum er farin av vøllinum, var frammanundan.
Í fyrsta álopinum eftir skiftingina var um reppið, at Gunnar Haraldsen skoraði.
75) TB spælararnir vísa væl, at teir eru alt annað enn fegnir um HB leiðslu málið. Teir stríðast sum leyvur, men í løtuna sær svart út fyri, at tað skal eydnast at varðveita plássið í deildini.
Ndende hevur sæð gult.
70) 1-0: Christian R. Mouritsen 67.
So er HB á odda. Úr stuttari fjarstøðu hevur Christian R. Mouritsen sett bóltin í málið. TB spælararnir eru sera misnøgdir og mótmæla. Tað gera teir, tí ein av HB spælarunum, sum var í rangstøðu, læt bóltin fara ímillum beinini, so bólturin kundi fara til málskjúttan.
Poul Ingason sær gult.
65) TB hevur fólkið fremri á vøllinum, enn tað var í 1. hálvleiki. Poul Ingason er fremstur, og aftanfyri hann eru Ndende og Aron Sørensen.
Oddbjørn Joensen hevur sent fleiri av sínum monnum at hita upp.
60) TB hevur aftur verið framvið. Hesa ferð var tað innskifti Nicky, sum royndi seg við skoti, men Jóhan Troest Davidsen taklaði til horna. TB vann luftdystin eftir horna, men bólturin fór omanfyri málið!
55) Eftir innlegg úr høgru frá Kristin R. Mouritsen er Santos púra leysur mitt fyri málinum, men bólturin liggur til høgra beinið, og bólturin fór skeivu megin stólpan og í síðunetið.
TB hevur havt horna, og Teitur M. Gestsson bjargaði eftir skotroynd frá Ndende. Besta TB royndin higartil.
Ragnar Tausen fer av vøllinum, og Nicky er komin á vøllin.
50) Gongdin hevur fyrstu fimm minuttirnar verið tann sama. HB hevur bóltin mesta partin av tíðini, og HB hevur spælt seg til hornaspørk, men tað er framvegis málleyst.
HÁLVLEIKUR
0-0
Serliga síðstu løtuna hevur tað verið tætt við hjá HB, men TB heldur framvegis tætt. Babacar hevur bjargað á strikuni.
40) Tað er framvegis málleyst í Gundadali, og gongdin er tann sama. HB hevur bóltin, og í einstøkum førum hevur tað eydnast heimaliðnum at spæla seg í góðar støður. TB hevur higartil ikki havt nakað vandamikið álop.
25) HB hevur bóltin meiri, men TB hevur higartil havt tak á verjupartinum.
15) Heini Vatnsdal hevur havt bestu royndina, men TB málverjin bjargaði.
Tað er ikki sørt av tómgongd. TB bíðar eftir HB, sum higartil hevur verið í tveimum vandamiklum støðum.
5) Tað gekk ein løta, áðrenn fyrsta bríkslið. Orsøkin var tann, at tað var hol í netinum.
HB-TB
Dómari: Lars Müller
HB: Teitur M. Gestsson – Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos – Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen
TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Babacar Ndiour, Dan Mortensen, Teitur Justinussen – Poul Ingason, Babacar Ndiour, Martin Tausen, Rógvi Joensen, Ndende Adama Guéye, Ragnar Tausen – Aron Sørensen
----
85) 3-1: Klæmint A. Olsen
So hevur NSÍ minkað um munin. Liðformaðurin og toppskjúttin Harald R. Højgaard stútaði bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg.
80) 3-0: Høgni Madsen
Nú er tað heilt víst avgjørt, at ÍF fer at vinna silvurkrónurnar. Miðvallarin Høgni Madsen hevur økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0.
75) 2-0: Øssur Dalbúð
Alt bendir á, at ÍF er við at tryggja sær silvurkrónurnar. Eftir skjótt álop hevur Øssur Dalbúð enn eina ferð sett bóltin í NSÍ málið.
NSÍ miðverjin Jens Joensen hevur sæð gult fyri aðru ferð, og tí er hann vístur av vøllinum.
Jann Martin Mortensen er farin av vøllinum, og í hansara stað er Sjúrður Jacobsen komin inn á NSÍ miðvøllin.
65) Tað gongur javnt á, og talan hevur verið um hornasparksstøður í báðum endum, men støðan er framvegis 1-0 til ÍF.
46) Bogi Reinert Petersen er komin á vøllin í staðin fyri Nenas Saric. Harvið hevur ÍF gjørt tvær útskiftingar.
HÁLVLEIKUR
1-0
35) Tað er ógvuliga ferðmikið í Fuglafirði, og talan hevur verið um spentar støður í báðum endum. Jan Ó. Ellingsgaard, vinstri vongverjin hjá ÍF, er farin av vøllinum orsaka av skaða, og í hansara stað er komin Áki Petersen.
15) 1-0: Øssur Dalbúð
Fuglfirðingar hava lagt seg framum. Tað var Øssur Dalbúð, sum við fínum skoti úr brotsteiginum sendi bóltin framvið Kristiani Joensen.
10) NSÍ hevur lagt bragdligari fyri. Teir hava havt eitt hornaspark, og í einum føri var Klæmint A. Olsen um reppið at koma í vandamikla støðu.
ÍF-NSÍ
Dómari: Páll Augustinussen
ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni, Høgni Madsen, Øssur Dalbúð, Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad Saric – Clayton Soares
NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joenssen, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen – Karl Løkin, Magnus Olsen – Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg, Andy Olsen – Klæmint A. Olsen
----
LIÐUGT
1-2
90) 1-2: Adeshina Lawal
B36 hevur vunnið 2-1 við Margáir. Enn eina ferð var tað Adeshina Lawal, sum skoraði. Harvið er hann tvífaldur málskjútti í dag.
HÁLVLEIKUR
1-1
Við Margáir hevur tað verið sera undirhaldandi í 1. hálvleiki. Bæði liðini hava lagt dent á álopsspælið, og tey hava skorað eitt mál í part.
25) 1-1: Hans Pauli Samuelsen
EB/Streymur hevur svarað aftur. Fríspark varð gjørt ímóti Gunnari Zachariassen, og EB/Streyma liðformaðurin Hans Pauli Samuelsen setti bóltin í netið aftanfyri Tórð Thomsen.
20) 0-1: Adeshina Lawal
B36 hevur lagt bragdliga fyri, og nú eru gestirnir frammanfyri við máli, sum Adeshina Lawal skoraði.
EB/Streymur-B36 kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen – Levi Hanssen, Arnar Dam, Gunnar Zachariassen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
B36: Tórður Thomsen – Høgni Midjord, Robert Heðin Brockie, Hørður Askham, Gilli Sørensen - Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Evrard Blé, Lukasz Cieslewicz - Rasmus Dan Sørensen, Adeshina Lawal
---
LIÐUGT
3-0
60) Tað er framvegis 3-0 til Víking. KÍ legði bragdliga fyri eftir hvíldina, men tá ið einki spurdist burturúr, so linkaði trýstið, og nú hevur heimaliðið betri tak á.
HÁLVLEIKUR
3-0
40) 3-0: Finnur Justinussen
KÍ tykist hava slept endanum. Víkingur hevur økt um leiðsluna til 3-0. Málskjútti hesa ferð var Finnur Justinussen, sum við høvdinum stýrdi innleggi úr høgru í kassan.
35) 2-0: Hans Jørgen Djurhuus
Klaksvíkingar spenna álopsbogan, og víkingarnir sekta í skjótum álopum. Nú hevur miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus økt um leiðsluna!
30) 1-0: Hanus Jacobsen 27.
Eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum hevur Hanus Jacobsen lagt heimaliðið framum.
Stóru fyrstu løtuna vóru tað annars gestirnir úr Klaksvík, sum høvdu mesta spælið og onkran málmøguleika.
Víkingur-KÍ
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Jann Ingi Petersen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Sølvi Vatnahmar, Filip Djordjevic - Finnur Justinussen
KÍ: Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen, Atli Danielsen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – Kristoffur Jakobsen, Henry Heinesen - Álvur F. Christiansen, Hjalgrím Elttør, Heðin Klakstein – Páll A. Klettskarð
----
LIÐUGT
0-3
0-3: Rógvi Poulsen
AB tykist hava tryggjað sær plássið í bestu deildini!
HÁLVLEIKUR
0-2
45)0-2: Jónas Stenberg br 40
AB hevur økt um leiðsluna, sum nú er 2-0. Aftur í hesum førinum var talan um brotsspark, sum Jónas Stenberg setti í netið. Spurningurin er nú ivaleyst, hvussu stórt ellivu AB spælarar fara at vinna á tíggju 07Vestur spælarum.
20) 0-1: Jónas Stenberg br 19.
AB tykist vera á veg til endaliga at tryggja sær plássið í fremstu røð. Téhé Aristide hjá 07Vestur er rikin av vøllinum fyri at fella Sorin Anghel, og Jónas Stenberg umsetti brotssparki til mál.
07Vestur-AB
Dómari: Petur Reinert
07Vestur: Andras Gango – Torstein Mýlingstind, Emil Mikkelsen, Téhé Aristide, Gunleif Olsen – Holgar Durhuus, Tór-Ingar Akselsen, Eli Falkvard Nielsen, Jovan Radinovic-Panic, Jákup S. Olsen - Ibrahima Camara
AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg, Rói Danielsen, Morten Overgaard, Beinir Ellefsen (Gert Drangastein, 59.) – Mikkjal T. Hentze, Dion B. Splidt (Karstin Højgaard, 78.), Kári Nielsen, Jobin Drangastein (Hørður Mohr, 59.), Rógvi Poulsen – Sorin Anghel