HB er steypavinnari hjá U18 monnum.
Í finaluni á Tórsvølli vunnu teir stórsigur 7-0 á Víkingi. Í steðginum var støðan 4-0.
Tveir leikarar hjá HB, Edvard Falkenberg og Dánial T. Mørkøre skutu hattrick. Jónas Sigtórsson skoraði eitt mál fyri HB.
HB vann eisini steypafinaluna hjá U15 dreingjum við 5-1 sigri á Víkingi.
Talan er sostatt um eitt gott steypafinaluvikuskiftið hjá HB.











