Læknatørvurin er upprunin til ætlanina

Kristin Michelsen: Ætlanin um eina nýggja heilsumiðstøð á Tvøroyri byggir á ynskini hjá kommunulæknunum um betri arbeiðsumstøður.

Tað sigur borgarstjórin á Tvøroyri, sum nú greiðir frá gongdini í málinum.

 

– Ætlanin um eina nýggja heilsumiðstøð er ikki sprottin úr einum ynski um eina ávísa staðseting, men úr einum fakligum tørvi á at framtíðartryggja kommunulæknatænastuna í Suðuroynni.

 

Tað skrivar Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, í einari frágreiðing frá Tvøroyrar kommunu, eftir at málið um heilsumiðstøð í Suðuroynni hevur fingið størri almenna og fjølmiðlaliga umrøðu.

 

Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur arbeiða við einari ætlan um nýggja heilsumiðstøð á Tvøroyri. Hinar fýra kommunurnar í oynni hava sambært frágreiðingini heldur ynskt at byggja víðari á verandi heilsumiðstøð í Vági.

 

Læknarnir vildu undir eitt tak

 

Sambært borgarstjóranum byrjaði tilgongdin á einum fundi í SALT 30. desember 2024, sum verandi kommunulæknar og læknar undir útbúgving tóku stig til.

 

Á fundinum varð víst á trupulleikarnar við at manna tey fýra kommunulæknastørvini í Suðuroynni. Stór arbeiðs- og vaktarbyrða, einsemi og vantandi fakligt umhvørvi gjørdu størvini minni dragandi, serliga fyri yngri læknar.

 

Lesið eisini: Ikki neyðugt at byggja um heilsumiðstøð verður í Vági

 

Samstundis varð upplýst, at tríggir læknar undir útbúgving ynsktu at venda aftur til Suðuroynna, men at nøktandi arbeiðsumstøður vóru ein avgerandi fortreyt.

 

Læknarnir mæltu sambært frágreiðingini til eina nýggja, felags læknamiðstøð fyri alla oynna, har teir kunnu arbeiða undir einum taki. Teir mettu tað ikki vera nøktandi bert at betra um og útbyggja verandi læknamiðstøðir í Vági ella á Tvøroyri.

 

Kristin Michelsen leggur tó dent á, at læknarnir ikki tóku støðu til staðsetingina. Tað var ein spurningur, sum kommunurnar máttu taka støðu til.

 

Kommunurnar valdu hvør sína leið

 

Eftir felags fyrireikingar fóru Tvøroyrar, Hvalbiar og Fámjins kommunur undir at menna eina ítøkiliga verkætlan saman við BRIM Arkitektum.

 

Sambært frágreiðingini varð uppskotið væl móttikið, tá tað varð lagt fram fyri kommunulæknum og heilsustarvsfólkum í mai 2025.

 

Í desember sama ár bjóðaðu tær tríggjar kommunurnar Hovi, Porkeri, Vági og Sumba við í verkætlanina við uppskoti um felags ognarskap og kostnaðarbýti.

 

Svarið frá teimum fýra kommununum var, at tær heldur vildu byggja víðari á heilsumiðstøðina í Vági. Tvøroyri, Hvalba og Fámjin samtyktu síðani at halda fram við ætlanini á Tvøroyri.

 

Málsetningurin er 2029

 

Uppskotið á Tvøroyri fevnir um fimm læknaviðtalur við plássi til fýra kommunulæknar og ein útbúgvingarlækna, avloysara ella framtíðar vøkstur.

 

Sambært kommununum kann miðstøðin verða liðug umleið 24–30 mánaðir eftir endaliga avgerð um staðseting og byrjan á formligu verkætlanargongdini. Fyribils málsetningurin er at taka hana í nýtslu í øðrum ársfjórðingi 2029.

 

Endalig avgerð er ikki tikin um, hvørt kommunurnar skulu eiga bygningin ella leiga hann við langtíðar sáttmála.

 

Apotekið kom seinni afturat

 

Borgarstjórin vísir eisini aftur, at apoteksviðurskiftini vóru upprunin til verkætlanina.

 

Sambært honum hevði ætlanin longu tikið skap, áðrenn trupulleikarnir við verandi apoteksbygningi gjørdust aktuellir. Møguleikin fyri apoteki í sama bygningi er komin afturat seinni og verður í so fall ein rakstrarliga og fíggjarliga sjálvstøðugur partur.

 

Næsta avgerandi stigið er staðsetingin. Sambært frágreiðingini hevur Heilsu- og orkumálaráðið boðað frá, at landsstýriskvinnan fer at taka ta avgerðina.

 

Kristin Michelsen heldur, at høvuðsdenturin eigur at liggja á at fáa og varðveita fastar kommunulæknar, so allir suðuroyingar fáa eina støðuga læknatænastu.