HB fær ikki mannað lið

20. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni í dag, og longu áðrenn fyrsta bríkslið er tað greitt, at oddaliðið, FC Suðuroy, hevur vunnið fulla úrtøku. Men suðuroyingarnir hava ikki vunnið tey trý stigini á tann hátt, sum teir ætlaðu. Allir fótbóltsspælarar vilja vinna sigrar og stig á vøllinum, men soleiðis verður tað ikki hjá FC Suðuroy ídag.

Suðuroyarportalurin veit at siga, at uppgerðin á Vágseiði millum FC Suðuroy og HB er avlýst, og at orsøkin er tann, at HB ikki fær mannað lið:

Um midnáttarleitið í gjárkvøldið fekk Bjarni Johansen, fráboðan um, at HB ikki fekk mannað lið til dystin í dag. Sum skilst taldi 1. deildarhópurin hjá HB 7 mans, og tí bóru teir seg undan at koma. Sostatt megnar eitt av allar størstu feløgunum í landinum ikki at manna lið á næstbesta liðnum í vaksnamannadeildini hjá felagnum, staðfestir Suðuroyarportalurin.

Suðuroyarportalurin vísir á fordømið millum Skála og 07 Vestur, tá ið 07 Vestur ikki møtti. Ta ferðina vann Skála trý stig við málmuninum 3-0, og soleiðis verður tað ivaleyst hjá FC Suðuroy í 20. umfari.

Kappingarneytarnir hjá FC Suðuroy eru AB og TB. Felags fyri hesi bæði er, at tey í dag spæla á útivølli, og at tað í báðum førum er talan um stóra avbjóðing. AB er á Skála, og TB er í Leirvík.

 

20. umfar í dag:

Skála-AB: Birgir Sondum kl. 15.00

07 Vestur-EB/Streymur: Rói Jacobsen kl. 16.00

Víkingur-TB: Alex Troleis kl. 15.00

FC Suðuroy-HB: Hallur Christiansen - avlýstur

NSÍ-FC Hoyvík: Jóhann í Króki kl. 19.00