Eftir at tað mikukvøldið snúði seg um fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini, snýr tað seg í dag aftur um landskappingina.
Trettanda umfar í Betri deildini verður seinnapartin. HB, sum er topplið, er stórfavorittur í Gundadali ímóti botnliðnum 07 Vestur.
HB er fimm stig frammanfyri KÍ, sum er næstfremst og B36, sum er á triðja plássi – seks stig aftanfyri HB.
Um tað skuldi hent, at tað endar við javnleiki í Klaksvík, meðan HB vinnur ímóti 07 Vestur, verður munurin frá HB og aftur til næsta liðið sjey stig.
Orsaka av ferðaumstøðunum verður fyrsta bríksl í Trongisvági ein hálvan tíma fyrri, enn bólturin fer á rull í flestu av hinum dystunum.
Tað verður sagt frá góðum fótbóltslíkindum ídag. Hann verður útnyrðingur og vestan, sólin fer at síggja, hitin fer at liggja millum níggju og tólv stig, og lotið verður heilt lítið.
KÍ – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
NSÍ – AB: Petur Reinert kl. 15.00
Skála – EB/Streymur: Lars Müller kl. 15.00
HB – 07 Vágar: Bjarki Danielsen kl. 15.15
Suðringar – Víkingur: Dagfinn Forná: kl. 14.30
Støðan
HB | 12 | 10 | 1 | 1 | 22 | 7 | 31 |
KÍ | 12 | 8 | 2 | 2 | 22 | 11 | 26 |
B36 | 12 | 8 | 1 | 3 | 26 | 14 | 25 |
NSÍ | 12 | 7 | 2 | 3 | 24 | 12 | 23 |
Víkingur | 12 | 5 | 2 | 5 | 16 | 16 | 17 |
Skála | 12 | 4 | 2 | 6 | 11 | 17 | 14 |
EB/Streymur | 12 | 2 | 5 | 5 | 13 | 16 | 11 |
Suðringar | 12 | 3 | 2 | 7 | 10 | 18 | 11 |
AB | 12 | 2 | 2 | 8 | 7 | 20 | 8 |
07 Vestur | 12 | 1 | 1 | 10 | 11 | 33 | 4 |