HB-NSÍ, Víkingur-KÍ og AB-ÍF á FM1 í dag

Seinnapartin sigur FM1 frá trimum dystum í Betrideildini hjá monnum

Fimm dystir verða leiktir í Betrideildini hjá monnum seinnapartin. FM1 sigur frá trimum dystum. Byrjað verður við upptakt klokkan 14, ið Petur Asbjørn Lervig skipar fyri. 

 

Í upptaktini prátar Petur Asbjørn Lervig við Ólav Thomsen (Víkingur), Tummas Lervig (KÍ), John Reid Nybo (Víkingur) og Christian Olsen (KÍ).

 

Klokkan 15: HB-NSÍ (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1)

Klokkan 15: Víkingur-KÍ (Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystunum á FM1)

Klokkan 15: Skála-TB

Klokkan 15: EB/Streymur-B36

Klokkan 16.30 AB-ÍF (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá seinna hálvleiki á FM1)

 

 

Øll kunnu lurta eftir frásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

 

Samanumtøka, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.  In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum.