HB sendi B36 nærri niðurflytingini

1. DEILD: Grannauppgerðin í kvøld endaði við teprum sigri til HB

Tað er øgilig kapprenning um at sleppa undan saman við EB/Streymi at flyta niður í 2. deild.

Undan 25. umfari, sum er í kvøld, var HB næstaftast við 23 stigum, og B36 var á áttanda plássi við 24 stigum.

Í kvøld var grannauppgerð í Gundadali. HB átti heimavøll, og HB vann 2-1 eftir at hava verið frammanfyri 2-0. HB málini vórðu skorað eftir lítlari løtu, tá ið ein hálvur tími var farin. Hálvur tími var farin, tá ið Símun Sólheim setti hol á, og tríggjar minuttir seinni økti Jón Krosslá Poulsen um munin við brotssparki.

Tíggju minuttir eftir steðgin minkaði Mathias Thomsen um munin til 2-1.

Úrslitið ber við sær, at HB nú hevur 26 stig, og B36 hevur 24 stig.

Í 26. umfari, sum verður leygardagin 19. oktober, eigur B36 heimavøll ímóti 07 Vestur, og HB eigur heimavøll ímóti Víkingi.