HB trý stig á ólavsøku

Tað kemur ikki so sjáldan fyri á ólavsøku, men í kvøld eydnaðist tað. HB hevur tryggjað sær trý stig í heimadystinum ímóti TB. Úrslitið var 4-1 til HB, eftir at hálvleiksstøðan var 3-1. Úrslitið ber við sær, at HB er komið upp á 25 stig.

Fyrri hálvleikur var bæði undirhaldandi og málríkur. Christian R. Mouritsen setti hol á, men Gilli Sørensen javnaði fyri TB.

Alex José dos Santos legði HB framum aftur við rimmar langskoti eftir horna og út frá, og hann átti uppleggið, tá ið Christian R. Mouritsen stutt undan steðginum økti um leiðsluna til 3-1 við góðum stútara.

Eftir steðgin var tað meiri deydligt. TB misti Gilla Sørensen, tá ið hann sá gult fyri aðru ferð, og Andrew av Fløtum átti royndina, sum bar síðsta málið við sær.

Úrslitið ber við sær, at TB eftir 17 umfør er undir niðurflytingarstrikuni.

 

HB-TB 4-1 (3-1)

1-0: Christian R. Mouritsen 12.

1-1: Gilli Sørensen 33.

2-1: Alex José dos Santos 35.

3-1: Christian R. Mouritsen 40.

4-1: Andrew av Fløtum 81.

Dómari: Rúni Gaarbo

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Hallur Hansson, Vagnur Mohr Mortensen, Rókur Jespersen (Kristin R. Mouritsen, 75.) - Christian R. Mouritsen (Gunnar Haraldsen, 88.), Andrew av Fløtum (Rógvi Poulsen, 85.), Símun Samuelsen

Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Andrew av Fløtum, Rógvi Holm

TB: Ivan Stojkovic - Hanus Mortensen, Óli Johannsen, Dimitrije Jankovic, Gunleif Olsen - Dan Mortensen (Teitur Justinussen, 89.), Rógvi Joensen (Martin Tausen, 79.), Nenad Stankovic, Bárður Dimon (Poul Ingason, 61.), Gilli Sørensen - Bojan Timic

Gult kort: Dimitrije Jankovic, Gilli Sørensen, Poul Ingason, Bojan Timic

Reytt kort: Gilli Sørensen (2 gul) 70.

 

---

 

Liðugt

4-1

 

90 min.

4-1

Nú er tað tómgongd í Gundadali. Dómarin hevur lagt fýra minuttir aftrat.

 

85 min.

4-1

HB málverjin Teitur Gestsson hevur ligið skaddur eina løtu eftir samanbrest við Poul Ingason. Tað varð gjørt klárt at skifta málverjan út, men hann er aftur á fótum.

 

80 min.

4-1: sjálvmál

TB rangstøðufellan kiksaði. Andrew av Fløtum varð spældur leysur í høgru, og tá ið hann sendi bóltin innfyri, rakti hann í Hanus Mortensen, ið ikki hevði møguleikar at gera nakað, og frá honum fór bólturin í málið.

TB tykist hava ásannað, at teir einki stig fáa, og nú royna teir at binda um, so talan í dag ikki aftur verður um stórtap.

 

75 min.

3-1

HB hevur tak á spælinum, og tað er alt, sum bendir á, at heimaliðið fer at leggja trý kærkomin stig á konto, og at TB harvið verður á niðurflytingarplássi eftir 17. umfar.

TB spælir við tíggju monnum, tí Gilli Sørensen varð rikin av vølli, tá ið hann hevði sæð gult fyri aðru ferð.

Miðverjin hjá TB, Dimitrije Jankovic er fluttur fram í álopið.

Nenad Stankovic er fyri fyrstu ferð á TB miðvøllinum, og Vagnur Mohr Mortensen, sum plagar at vera í miðverjuni, er í dag sentralur á HB miðvøllinum.

 

---

 

Nú teir eru farnir at hvíla seg í Gundadali, er støðan 3-1 til HB. Talan er um landskappingardyst í 17. umfari í Effodeildini millum HB og TB.

Gilli Sørensen javnaði til 1-1 fyri TB. HB málini hava Alex José dos Santos og Christian R. Mouritsen (2) skorað.

Tað hevur verið sera undirhaldandi í 1. hálvleiki.

 

3-1: Christian R. Mouritsen

Væl upplagdi Christian hevur við høvdinum stýrt bóltin í málið, eftir at Alex José dos Santos legði innfyri úr vinstru.

 

2-1:

Alex José dos Santos

 

1-1:

Gilli Sørensen hevur javnað

 

15 min.

1-0: Christian R. Mouritsen

Miðvallarin varð spældur leysur í høgru og legði bóltin í handara síðunetið.