HB varpað úr Europa

Innskifti Bartal Wardum skoraði HB málið, tá ið FK Partizan Beograd í kvøld vann 3-1 á Tórsvølli

HB luttøkan í europeisku kappingini er av á hesum sinni. Í kvøld tapti HB 3-1 á Tórsvølli ímóti serbiska Partizan Beogard, sum fyri viku síðani vann 3-0 á heimavølli og harvið samantalt 6-1.

 

Innskifti Bartal Wardum legði HB framum við fínum stútara, tá ið tað restaði tíggju minuttir av 1. hálvleiki.

 

Fyrri hálvleikur var HB avrikið framúr. Hóast mótstøðumenninir kanska høvdu bóltin meiri, so var liðavrikið hjá HB gott, og tað eydnaðist føroyska liðnum fleiri ferðir at spæla seg til góðar málmøguleikar. Í staðin fyri at sparka, sum tað ofta hevur verið hjá føroyskum liðum, tá ið mótstøðan hevur verið so stór, so megnaði HB at samanspæla og varðveita bóltin og at standa seg væl, tá ið roynt varð at spæla seg burtur úr fyrsta pressinum.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin legði Partizan fyri sum eitt ódnarveður. Tá sá verjuspælið hjá HB ikki gott út, og tað var skjótt sektað.

 

Sum 2. hálvleikur leið, tóktust HB spælararnir í løtum at vera sera móðir, men í glottum fótaðu teir sær aftur. Gestirnir spældu seg til fleiri málmøguleikar, og teir skoraðu tvey mál aftrat. At teir ikki skoraðu fleiri mál komst fyrst og fremst av, at Teitur Matras Gestsson enn eina ferð var so stinnur í HB málinum.

 

Ólavsøkudag skal HB aftur í heimliga eldin. Tá verður tað B68, sum verður ólavsøkugestur hjá HB í landskappingini.

--

 

LIÐUGT

1-3 og Partizan hevur samantalt vunnið 6-1.

 

1-3: Grbić 90.+1

So kom triðja máið eftir fínt uppspæl í høgru. 

90) 1-2

3 minuttir lagdir aftrat.

 

89) 1-2

Gestirnir stríðast fyri at økja um leiðsluna, men tað er ikki eydnast, hóast møguleikarnir hava verið til tað.

 

85) 1-2

Ninković hevur aftur havt góða roynd, men Teitur M. Gestsson bjargaði til horna.

Krútið hjá HB kennist vera uppi!

 

82) 1-2

Andrew av Fløtum er komin á vøllin í staðin fyri Kristin R. Mouritsen.

 

81) 1-2

Teitur M. Gestsson hevur við framúr beinparadu syrgt fyri, at munurin framvegis bara er eitt mál 

 

79) 1-2

Nú gongur mest sum alt fyri seg á HB hálvuni.

 

76) 1-2: Lazović 75.

Eftir uppspæl á miðásinum sneiddi Lazović seg framvið Teiti M. Gesstsson, áðrenn hann setti bóltin í málið.

Poul Ingason er komin á vøllin í staðin fyri Trónd Jensen, og Fróði Benjaminsen hevur sæð gulta kortið.

 

74) 1-1

Nú brennur frammanfyri HB málið. Eftir uppspæl í høgru og flattinnlegg verður fóturin sendur í nærru stólparótina.

 

71) 1-1

Tað er aftur og aftur í vinstra borði, at Partizan leypir á, og ofta er tað vandamikið, tí Jógvan Rói Davidsen hevur fleiri at taka sær av,

Jóan Símun Edmundsson hevur sæð gult fyri fríspark.

 

68) 1-1

Síðstu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Spælið gongur javnt á.

 

64) 1-1

HB avrikið er framvegis betri, enn tað var fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin. Fróði Benjaminsen hevur eftir gott uppspæl roynt seg við fluktara, men bólturin fór við síðuna av málinum, og í næsta álopi varð fluktað í hinum endanum, men bólturin fór væl omanfyri málið.

Og so royndi Fróði seg aftur við skoti, men bólturin fór dygst við síðuna av!

 

60) 1-1

Tað er lívligt, og spælið skiftir skjótt úr øðrum endanum og í hin. Eftir góða atsókn fra Kristin R. Mouritsen í vinstru, sum varð blokerað, so var Partizan eftir tíggju sekundum í álopi í vinstru, og skotið endaði í nettakinum.

 

56) 1-1

Kanska er HB avrikið eitt vet betri nú, enn tað var fyrstu løtuna eftir steðgin. Men gestirnir eru nógv betri nú, enn teir vóru í 1. hálvleiki.

 

53) 1-1

HB er ikki at kenna aftur, og eftir útjavnandi málið hevur Partizan tvær ferðåir verið tætt við. Tað er bara Teitur M. Gestsson í HB málinum, sum er ors-øk til, at gestirnir ikki eru frammanfyri við einum ella tveimum málum.

 

50) 1-1: Ninković 49.

So er javnt, og harvið er avgjørt, at Partizan verður við í triðja innleiðandi umfari.

HB avrikið eftir steðgin hevur als ikki verið á sama støði sum undan steðginum, og nú varð skorað við handara stólpa eftir flatt innlegg úr høgru.

 

48) 1-0

HB verjuspælið hevur verið lítið sannførandi fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin, og gestirnir hava í tveimum førum verið heilt tætt við, men teir vóru tíbetur óneyvir í skotunum.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

2 minuttir lagdir aftrat.

 

45) 1-0

HB eigur stóran heiður fyri avrikið fyrstu trý korterini. Enn er langt á mál, áðrenn samantaldi sigurin hjá Partizan kemur í vanda, tí mótstøðuliðið vann 3-0 á heimavølli. Men fyri føroyskan fótbólt í altjóða høpi er dysturin í kvøld hugaligur.

 

42) 1-0

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá gestunum, at HB hevur lagt seg framum. FK Partizan dríva uppaftur meiri á, men HB spælararnir vísa framvegis stórt sjálvsálit. Teir tora at samanspæla stutt og langt, og teir tora at varðveita bóltin og at bjóða av í ein móti einum støðum.

 

37) 1-0: Bartal Wardum 35.

HB hevur lagt seg framum við fínum máli eftir stórt verjukiks. Jóan Símun Edmundsson kom ímillum afturlegging og royndi seg úr spískum í høgru. Bólturin fór heilt í vinstra borð, og so endaði tað við, at Pál Mohr Joensen legði innfyri, og við handara stólpa stútaði púra leysi og innskifti Bartal Wardum bóltin í málið!

 

34) 0-0

So var aftur tætt við eftir gott Partizan uppspæl í vinstru, men eftir flata innleggið varð bólturin sendur við síðuna av málinum. Hetta var góður málmøguleiki.

Dómarin er avgjørt ikki heimadómari!

 

30) 0-0

Hóast eingin ivi er um, at mótstøðuliðið er rættiliga gott, so hevur HB fyrsta hálva tíman ikki smæðst burtur. HB liðið samanspælir væl, men tað knípir eitt sindur av fáa tyngd í álopspartin.

 

25) 0-0

Tað ber alt á tð borðið, at FK Partizan Beograd skal skora fyrsta málið. Eftir innlegg úr høgru hava teir við handara stólpan havt góðan stútara, men Teitur M. Gestsson bjargaði.

 

20) 0-0

Nú gongur tað alt meiri tann vegin, at gestirnir seta HB undir trýst á HB hálvuni, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar – burtursæð frá stútara eftir innlegg úr høgru. Tá fór bólturin langt við síðuna av málinum.

Heini Vatnsdal hjá HB er farin skaddur av vøllinum, og í staðin fyri hann er komin Bartal Wardum.

 

15) 0-0

HB hevur havt størsta møguleikan. Serbiski málverjin var gáloysin, tá ið hann skuldi sparka burtur. Hann gáaði ikki, at Jóan Símun Edmundsson var hjástaddur, og tað var um reppið, at Jóan Símun blokeraði bóltin í málið, men málverjin bjargaði á strikuni og tóktist verða smáskaddur!

 

10) 0-0

Gestirnir hava verið vandamiklir eftir hornaspark og so við beinleiðis frísparki úr stórari fjarstøðu, sum fór dygst framvið.

 

 

5) 0-0

 HB hevur lagt bragdliga fyri og longu havt fyrsta hornasparkið.

 

Líkindini eru av teimum fagrastu á Tórsvølli.

 

HB-FK Partizan Beograd kl. 19.00

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen - Levi Hanssen, Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal, Kristin R. Mouritsen - Jóan Símun Edmundsson

FK Partizan vann fyrra dystin 3-0