HB’ari inn fyri brotnan HB’ara

Jóhan Troest Davidsen hevur brotið hondina og verður ikki við landsliðnum

Ein broyting er longu á landsliðsúttøkuni hjá Lars Olsen. Miðverjin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, hevur brotið hondina. Í hansara stað er Heini Vatnsdal, somuleiðis úr HB, úttikin. Tað boðar FSF frá í kvøld.

 

Les eisini: Víkingar skulu styrkja landsliðið

 

Fyrr í dag kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, hvørjir teir 23 eru, sum skulu spæla móti Norðurírlandi og Ungarn. Landsliðsvenjarin boðaði longu tá frá, at tað møguliga fór at koma ein broyting, tí Jóhan Troest Davidsen fór av vøllinum í dag við skaða í hondini.

 

Les eisini: Lars vil hava stig tíðliga

 

Tað er nú greitt, at hann hevur brotið hondina og tí ikki kann vera við. Inn fyri hann er komin miðvallarin, Heini Vatnsdal. Hann misti plássið til landsdystin móti Finnlandi, men er nú við aftur.

 

Hópurin til komandi landsdystirnar sær soleiðis út:

 

Málverjar:

Gunnar Nielsen, Motherwell

Teitur Matras Gestsson, HB

Tórður Thomsen, B36

 

Verja:

Jónas Tór Næs, EB/Streymur

Viljormur Davidsen, Vejle

Atli Gregersen, Víkingur

Rógvi Baldvinsson, Ålgård

Sonni Ragnar Nattestad, AC

Ari Mohr Jónsson, Silkeborg

Bárður Hansen, Víkingur

 

Miðvøllur:

Fróði Benjaminsen, HB

Gilli Sørensen, AaB

Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ

Róaldur Jakobsen, B36

Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger

Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager

Hallur Hansson, Víkingur

Brandur H. Olsen, FCK

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Heini Vatnsdal, HB

 

Framherji:

Jóan Símun Edmundsson, HB

Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur

Páll A. Klettskarð, KÍ