Mánadagin verður tíðindafundur hjá Harley Davidson í Jónas Broncksgøtu og um kvøldið verður farið til Kirkjubøar og vitjað verður hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakførum.
Týsdagin verður farið til Eysturoy og Norðoyggjar, og mikudagin gongur leiðin til Vágar, har vitjað verður á ymiskum støðum.
Áðrenn ferðalagið fer av landinum aftur hósdagin verður farið niðan í Mjørkadal og niðan á Sorenfelli.
Faroe Islands Gathering
Navnið á hesum tiltaki er Faroe Islands Gathering og endamálið er at vísa øðrum motorsúkkluáhugaðum uttanlands møguleikarnar fyri at íðka okkara ítriv í Føroyum, umframt at skapa vinabond við onnur motorsúkklu áhuga uttanlands. Skipað verður millum annað fyri motorsúkkluútferðum kring oyggjarnar og øðrum tiltøkum, ið vísa hvat vit hava at bjóða
Royndirnar vísa eisini at ein av styrkjunum við HDCFO er at fáa samband við onnur lokal motorsúkklufeløg á uttanlandsferð okkara og hetta er við til at gera hesar ferðir til nakað heilt serstakt - framum aðrar ferðahættir.
Við at skipa fyri Faroe Islands Gathering vóna vit at økja og styrkja um hesi vinabond. Ætlanin er at tiltakið skal verða afturvendandi um ikki hvørt ár, so við jøvnum millumbilum.
Í HDCFO eru í dag umleið hálvthundrað aktivir limir og í viðtøkunum fyri felagið stendur at endamálið er at skipa fyri sosialum tiltøkum við felagskoyring og at hava upplýsandi tiltøk um Harley-Davidson motorsúkklur.
Síðan felagið varð stovnað á sumri 2007 hava limir felagsins skipað fyri framsýning av Harley súkklum, felagstúrum í Føroyum og uttanlandsferðir.
Meira kunning fast við at enda sær til [email protected] og við at vitja á www.hdc.fo