Heðin hevur Víking sum størsta favorittin skírisdag (FM1)

(FM1) Hoyr sendingina Fótbóltspanelið á FM1. Heðin Askham var gestur hjá Tróndi Arge seinnapartin í dag

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr sendingina Fótbóltspanelið, ið var í seinna tímanum av SportBoxini á FM1.


Gestur hjá Tróndi Arge var Heðin Askham, fyrrverandi toppvenjari í bestu føroysku fótbóltsdeildini, og eisini fyrrverandi U21 landsliðsvenjari.

 

Umframt at tosa um gongdina í steypakappingini og Betrideildini higartil metti Heðin Askham eisini um dystirnar í 6. umfarinum í Betrideildini sum verða leiktir í morgin:

 

Klokkan 15:

B36-KÍ (Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1)

Skála-EB/Streymur

TB-Víkingur

Klokkan 18.15:

HB-AB (Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1)

Klokkan 19:

NSÍ-ÍF

 

Heðin Askham metir, hóast góðu gongdina hjá TB higartil, at Víkingur er størsti favoritturin hetta umfarið.