Heðin Mortensen: Fjølmiðlaábyrgdarlógin - ein skrúva uttan enda!

Í áravís hava vit hvørki havt fjølmiðlaábyrgdarlóg ella fjølmiðlaetiskt ráð í Føroyum. Hesi skulu annars tryggja øllum borgarum rættvísa viðferð í fjølmiðlunum, og samstundis seta føroysku fjølmiðlunum etisk krøv.

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður

Í øðrum londum eru óheft fjølmiðlaetisk ráð, sum borgarar kunnu venda sær til, um teir kenna seg órættvíst viðfarnar í fjølmiðlunum. Hetta ráð tekur síðani spurningin upp til fakliga viðgerð.

Men hóast føroyska lógin um kringvarp nú hevur fimm ár á baki, og hóast hon í fleiri førum vísir til eina fjølmiðlaábyrgdarlógin, so er margháttligi og løgni veruleikin kortini tann, at framvegis er eingin fjølmiðlaábyrgdarlóg sett í gildi fyri Føroyar.

Bæði núverandi og undanfarna landsstýri hava tosað og lovað, men framvegis eru vit ikki komin eitt einasta fet víðari á hesum øki. Hvørja ferð okkurt andstøðuuppskot er komið á tingborð um eina fjølmiðlaábyrgdarlóg, kemur fjáltur á landsstýrismannin. Høgni Hoydal skundar sær ferð eftir ferð at melda út, at tingmenn mugu ikki atkvøða fyri uppskotinum, tí nú fer landsstýrið um heilt stutta tíð at gera okkurt við málið.

Undanførslur í hópatali
Í mars 2000 var undanførslan, at tað tók so langa tíð at fáa ríkislógartilmæli sett í gildi í Føroyum, og at tí var betri at bíða, til Føroyar gjørdust fullveldi seinni sama ár. Í mars 2001 varð sagt, at nú skuldi málsøkið yvirtakast, og føroysk lóg leggjast fyri tingið í ólavsøkutingsetuni sama ár. Men hetta hevur allan vegin ígjøgnum verið tóm orð, tí framvegis er púrt einki hent!

Nú hevur Sambandsflokkurin enn einaferð lagt uppskot um fjølmiðalábyrgdarlóg fyri tingið, og mín sann um Høgni Hoydal ikki aftur hesa ferð rennur á leistum og sigur, at nú verður málsøkið yvirtikið. Hesa ferð hevur hann boðað frá, at henda yvirtøka skal verða "longu" í ár.

Sum ikki eina ferð, danska tingmenn úr samgonguflokkunum aftur hesa ferð eftir floytuni hjá landsstýrismanninum, og ongum nýtist at ivast í, hvussu hesin leikurin endar. Tá uppskot Sambandsfloksins kemur til atkvøðugreiðslu í Tinginum, atkvøða samgongutingmenn ímóti við teirri undanførslu, at Høgni Hoydal fer at koma við einum øðrum uppskoti seinni.

Men vit kenna alt ov væl hesa søguna eftirhondini. Tað verður bara eina ferð aftrat soleiðis, at einki meira hendir, og fylgjurnar eru tær somu: Føroyski fjølmiðlaheimurin og Føroya fólk sleppa at halda fram við ongari fjølmiðlaábyrgdarlóg og ongum fjølmiðlaetiskum ráði.

Fyri "vanliga" føroyingin kann tað vera líkamikið, um hann verður vardur av eini lóg, sum er skrivað á føroyskum ella donskum máli, bara hann verður vardur. Men í løtuni er eingin verja at fáa, tí vit liva mitt í eini framhaldssøgu, sum ikki sær út til at fáa nakran enda.

Fáa ikki arbeitt
Hetta er samstundis syrgiliga søgan um politiska atgerðarloysi í Føroyum í dag. Vit hava eina landsstýrissamgongu, ið forðar øllum konstruktivum og virknum politikki, tí "innan heilt stutta tíð" verður hetta ella hatta málsøkið yvirtikið, og so kunnu vit fara til arbeiðis.

Úrslitið er sólarklárt, tí hvørki samgongu- ella andstøðupolitikarar fáa arbeitt, soleiðis sum teir annars eru valdir at gera, hvussu fegnir teir annars vilja tað. So at siga alt politiskt arbeiði bíðar eftir einari ella aðrari yvirtøku, og meðan bíðað verður, er fólkavalda løgtingið fyri ein stóran part svínabundið.

Kanska hevði tað hjálpt, um vit í staðin skutu upp eina politikaraábyrgdarlóg og eitt politikaraetiskt ráð. Men vita bara eftir - sjálvt tað hevði óivað skula bíðað eftir onkrari yvirtøku eisini.