Fríggjakvøldið 2. desember, tá Nes kommuna hevði sítt árliga jólaborðhald, vórðu seks starvsfólk, sum starvast hjá kommununi, heiðrað fyri trúgva tænastu.
Oddvør Højgaard hevur starvast hjá Nes kommunu síðan 15. mars 1988, tó hevur hon verið burtur frá eitt stutt skifti. Oddvør arbeiddi fyrst sum dagrøktarmamma, og síðan 1. august 2001 hevur Oddvør arbeitt í frítíðarskúlanum.
Julianna Nesá hevur síðan 1. september 1994 starvast sum dagrøktarmamma í Nes kommunu, til hon í summar byrjaði at arbeiða í nýggju vøggustovuni.
Annie í Hjøllum hevur starvast hjá Nes kommunu síðani 1. apríl 1994, og hon hevur eisini verið burtur eitt stutt skifti. Fyrstu árini arbeiddi Annie sum dagrøktarmamma, og síðani 1. mars 2005 hevur Annie vaskað í svimjihøllini í Tofta skúla.
Aksel Højgaard, sum í dag er leiðari fyri teknisku deild hjá Nes kommunu, hevur arbeitt hjá kommununi síðan 30. apríl 1994. Jan Petersen, sum er arbeiðsformaður hjá teknsku deild, hevur verið í starvi hjá kommununi síðan 15. mai 1996 - og Kristinn Nordendal hevur arbeitt hjá teknisku deild síðan 1. september 1996.
Á árliga jólaborðhaldinum handaði borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, starvsfólkunum gávu og jóladekoratiónir, og hann takkaði teimum fyri trúgva og góða tænastu.