Í samband við at Alex Sólstein, mikudagin 1. oktober helt sín 95-ára føðingardag, fer klaverleikarin, Jóhannes Andreasen at spæla eina serstaka heiðurskonsert í Varpinum fyri Alexi.
Heiðurskonsertin verður sunnudagin 5. okt. kl.16 í Varpinum.
Á skránni er vakur klavertónleikur eftir tveimum av yndis-tónaskøldunum hjá Alexi, nevniliga Mozart og Schubert.
Tiltakið er alment og ókeypis, og neyðugt er ikki at bíleggja pláss í salinum.
Ein drekkamunnur verður boðin eftir konsertina.
– Stóra tøkk til Klaksvíkar Kommunu, ið hevur stuðlað heiðurskonsertini, skriva fyrireikararnir.