Heilsufótbóltur, fitiviðgerð og diabetes í Smæruni

Savnsmynd

Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin skipa saman fyri einum spennandi, almennum tiltaki í Smæruni í Havn týskvøldið 11. februar.

Altjóða diabetesdagurin 2025 er fríggjadagin 14. november, og í tí sambandinum bjóða Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin til eitt áhugavert kvøldtiltak í Smæruni í Havn nakrar dagar frammanundan, nevniliga týskvøldið 11. november.

 

Har fer May-Britt Skoradal, lektari, at greiða frá síni granskingarverkætlan um heilsufótbólt og diabetes 2, og Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni í hormonsjúkum, fer at greiða frá um medisinska fitiviðgerð og diabetes.

Øll eru vælkomin til tiltakið í Smæruni í J.H. Schrøters gøtu 7 í Havn, og umframt fyrilestrarnar hjá teimum báðum granskarunum verður eisini rúm fyri góðum práti, eins og kaffi, te og okkurt afturvið verður at fáa.

Skráin fyri tiltakið 11. november er henda:

Kl. 19.00: Vælkomin.

Kl. 19.15: May-Britt Skoradal, lektari, heldur fyrilestur um granskingarverkætlan um heilsufótbólt til fólk við diabetes 2, sum Fróðskaparsetur Føroya og Steno Miðstøðin hava tikið stig til.

Kl. 20.00: Steðgur.

Kl. 20.15: Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni í hormonsjúkum, heldur fyrilestur um medisinska fitiviðgerð og diabetes.

Ætlandi endar tiltakið klokkan 21.

 

 

Savnsmynd