Faklig menning
Seinastu árini hevur Heilsuhjálparafelag Føroya miðvíst arbeitt fyri at styrkja og menna fakliga førleikan hjá heimahjálpum, ella heilsuhjálparum, sum tær eisini verða nevndar nú.
Eitt stórt stig á leiðini varð tikið í fjør, tá ið Almanna- og Heilsuskúlin varð settur á stovn á Tvøroyri.
Hetta var eitt hjartamál, sum Heimahjálparafelag Føroya, sum seinni fekk nýtt navn og nú kallast Heilsuhjálparafelag Føroya, hevði arbeitt fyri í fleiri ár.
Men hjá teimum, sum ganga í hendan skúlan, er starvsvenjing ein týðandi táttur í útbúgvingini. Og fyri at næmingarnir kunnu fáaí munadygga starvsvenjing, var næsta stigið hjá felagnum at útbúgva heilsuhjálpir og heilsurøktarar til at hava næmingar í starvsvenjing.
Tí hevur Heilsuhjálparafelag nú í tveimum umgførum skipað fyri skeiði í at hava næmingar í starvsvenjing.
Skeiðini hava verið fyri heilsuhjálparum, heilsurøktarum og sjúkrasystrum. Munurin á heilsuhjálparum og heilsurøktarum er, at heilsurøktarin hevur eina fulla útbúgving upp á 1,5 ár, men heilsuhjálpararnir eru heimahjálpir, sum hava verið til skúlingar í nakrar mánaðir.
Eitt skeið var í fjør og eitt hevur verið í ár og tilsamans hava 50 heilsuhjálparar og heilsurøktarar tikið prógv í praktikkvegleiðing, sum tey kalla tað. Á hvørjum skeiði, sum varar í eina viku, hava 25 næmingar verið.
Ása Olsen, formaður í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at hetta er ein roynd hjá felagnum at menna heimahjálpina, men at ætlanin er, at í framtíðini er tað Almanna- og heilsuskúlin sjálvur,sum skal standa fyri skeiðunum av hesum slagi.