Dagfinn Olsen
Myndir: Jens Kristian Vang
Tekningar: Z. Heinesen og W. Heinesen
Í dag, 15. januar 2000, verður 10 ára dagur William Heinesens hildin. William andaðist í 1991.
Gunnar Hoydal hevur vegna Føroya landsbókasavn fyrireikað eina framsýning í Norðurlandahúsinum, har dentur verður lagdur á lív og verk Williams. Gunnar hevur samstarvað við 2 fólk frá Kgl. Bókasavninum í Danmark. Framsýningin er fyrst í Føroyum og skal síðani til Danmarkar á nýggja Kgl. Bókasavnið, Diamanten.
Heima á foldum er yrking hjá Williami Heinesen og Gunnar Hoydal sigur, at dentur verður lagdur á at lýsa skaldskapin, tí tað metti William Heinesen sjálvur eisini var høvðusgreinin í listavirkseminum.
Sýningin er skipað soleiðis, at byrjað verður í gamla býarpartinum í Havn, ið er upphav høvundans.
Síðani verður farið víðari til ætt og uppvøkstur. Í 1916 fer William til Danmarkar á keypmansskúla og kom hann har í samband við danska høvundan Otto Gelsted. William gevur ungur út yrkingar. Fram til 1936 gevur hann út 5 yrkingasøvn,
Menn William Heinesen verður ikki lagdur til merkis aðrastaðni, enn í Danmark. Hetta hendir ikki fyrr enn skaldsøgurnar koma. Blæsende Gry kom í 1934. Á føroyskum fekk hon heitið Degningsvindar.William verður týddur til fleiri mál.
Men gjøgnumbrotið hjá honum er De fortabte spillemænd, Glataðu Spælimenninir. Bókin kom í 1950. Seinni roynir hann seg sum stuttsøguhøvund.
Framsýningin vísir eisini ummæli uttan úr heimi, brøv og handrit.
Gunnar Hoydal sigur, at t.d. er brævið til Svenska Akademiið at síggja, har William avvísir, at hann skal taka ímóti Nobelheiðurslønini.
Framsýningin hevur eisini útvarps- og sjónvarpsupptøkur at bjóða, so tey vitjandi sleppa at hoyra mannin sjálvan koma við metingum.
Eisini myndlist
Eisini myndlist eftir William Heinesen er at síggja.
Myndlist Williams fevndir bæði um tekningar, klipp og málningar. Zacharias Heinesen hevur hjálpt til við at seta myndirnar upp.
Gunnar Hoydal metir, at hjá Williami var hetta við myndlistini beint øvugt av, hvat tað er hjá so ongum øðrum. Listin gjørdist fríari og fríari og 75 ára gamal fór hann undir at klippa og gjørdist sannur meistari.
Eisini áhugin fyri listamanninum vaks og er kanska størri nú, enn nakrantíð. Hetta sæst t.d. eisini á, at seinni í ár verður ein ráðstevna á Fróðskaparsetrinum um skaldskap William Heinesens og Jørgen-Frantz Jacobsens.
Gunnar sigur í hesum sambandi, at møguliga verða brøv Williams til vinmannin Jørgen-Frantz givin út. Hetta er ómetaligt mentanarsøguligt dokument, ið kann metast sum høvuðsverk Williams. Sostatt er høvuðsverk hansara enn ikki komið á prent.
Partur av samfelagskjakinum
William Heinesen hevur verið lagdur undir at geva ranga mynd av føroyingum, men Gunnar minnir á, at hetta er ein skaldslig mynd.
Framsýningin tekur eisini upp, at William var partur av samfelagskjakinum, t.d. við blaðgreinum. Tá danir hava lyndi at nevna hann »hyggeonkel«, so er hetta ikki allur sannleikin.
William var t.d. ímóti Nato í Føroyum. Nú Svarta Bók er komin vísir tað seg, at William var á góðari leið á mongum økjum.
William Heinesen stendur eftir sum skaldið, ið ikki allir føroyingar lósu. Tá Den Sorte Gryde, Í sortanum, kom, vaktist nakað av áhuga, men mangir føroyingar meta, at hann fór ov illa við føroyingum.
Men á ellisárum vann hann viðurkenning her heima. Gunnar Hoydal minnir á í innganginum til prentaðu skránna fyri 100 ára hátíðarhaldið, at á 90 ára degi hansara varð skipað fyri kyndlagongu niðan undir Varða.
Framsýningin Heima á foldum letur upp leygardagin klokkan 16 og har verður yrkingin Heima á foldum lisin, kvøða borin fram og tónleikur eftir William at hoyra. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, heldur røðu.