Heimagjørdar jólagávur við børnunum

Ger eitt vakurt prent við blettum

Ein heimagjørd gáva er serstøk og persónlig fyri tann, ið evnar hana og fyri tann, ið fær hana. Tað er eisini stuttligt at royna seg og fáa ymiskt til vega saman við børnunum, so at tey kunnu gleða onkran við eini gávu, sum tey sjálvi hava gjørt.

 

 

Her fært tú leiðbeining um, hvussu tú gert eitt vakurt prent við blettum. Hetta kann gerast á ymiskar mátar, og er vakurt og lætt hjá teimum minstu at gera eisini.

 

 

Tilfar:

  • Pappír

  • Smáir penslar, um ein hevur hug. Tað er tó ikki neyðugt

  • Litað pappír at líma myndina á

  • Máling

  • Rammu



Mannagongd:
Legg pappírið varliga saman, men ansa eftir, at tú ikki trýstir ov fast niður á, so linjan ikki verður ov sjónlig. Dryppa nokk av máling á aðra síðuna á pappírinum, ella mála eitthvørt við penslinum. Minst bert til at brúka nóg mikið av máling. Legg pappírið saman og kroyst hina síðuna av pappírinum ímóti ta malaðu síðuni. Lat síðani pappírið upp aftur, og lat tað torna. Líma myndina á litaða pappírið, sum er eitt sindur størri enn málaða myndin. Koyr í eina vakra rammu.

Fleiri góð hugskot til heimagjørdar jólagávur eru at finna í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú.