Heimaliðið í Hólmanum syfti HB

KVINNUR: Síðstu løtuna vóru gestirnir undirmannaðir, eftir at liðformaðurin sá reyða kortið

Lea Lisberg og Rakul V. Magnussen EBS/Skála

Tað koppaði heimaliðnum til fyrimunar, tá ið HB seinnapartin í Hólmanum á Eiði var gestur hjá EBS/Skála.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur. Lítla løtu undan steðginum hevði heimaliðið gyltan møguleika at leggja seg á odda, men málverjin Anna Súnadóttir Hansen misnýtti brotsspsrk.

 

EBS/Skála skoraði síðsta lítla hálva tíman tvey mál og vann tískil 2-0.

 

Úrslitið ber við sær, at EBS/Skála eftir tvey umfør hevur fulla úrtøku, sum er seks stig. Saman við EBS/Skála hevur KÍ seks stig.

 

Tølini siga, at tað gekk rættiliga javnt á, men tað var bara EBS/Skála, sum fann vegin til málmeskarnar.

 

Silja Pálsdóttir Augustinussen setti hol á, tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki. Uppleggið átti landsliðsspælarin Lea Lisberg, og Lea Lisberg átti eisini uppleggið, tá ið Kára Djurhuus lítla løtu undan leikloki økti um munin til 2-0. Lea streyk ígjøgnum í vinstru, og frá baklinjuni legði hon flatt bóltin út frá. Á brotsteigarmarkinum smekkaði Kára Djurhuus til, og bólturin sat í netinum aftanfyri HB málverjan Amalie Kristine Jørgensen.

 

Kára Djurhuus hevur fyri tað mesta spælt við EBS/Skála, men í fjør og í fyrraárið spældi hon við HB.

 

Tá ið Kára Djurhuus staðfesti 2-0 sigurin, vóru tær í HB bara tíggju á vøllinum. Tað komst av, at HB liðformaðurin Ása á Reynatúgvu tíggju minuttir undan leikloki sá reyða kortið.

 

HB vann í fyrsta umfari 2-0 á heimavølli ímóti NSÍ.

 

https://www.faroesoccer.com/content.php?pid=67

 

3. umfar

 

Leygardagin 2. apríl

 

NSÍ - EBS/Skála

 

HB - KÍ

 

B36 - Víkingur

 

TB/FCS/Royn - 07 Vestur

 

Lea Lisberg og Rakul V. Magnussen EBS/Skála