Heimamissiónin fingið nýggjan junior- og ungdómsráðgeva

Nýggi junior- og ungdómsráðgevin hjá Heimamissiónini frá 1. august 2010 er Jórun Danielsen av Skipanesi.

Jórun er 19 ára gomul og gift við Óla Christian Danielsen úr Runavík. Hon lesur gudfrøði á fjarlestri við Meinigheitsfakultetið í Århus. Jórun hevur leiðsluroyndir frá Kristiligum Felag fyri Skúlaungdóm (KFS) og sunnudagsskúlaarbeiði á Glyvrum. Eisini hevur Jórun virkað sum tónleikalærari á Musikskúlanum í Runavík í fleiri ár.

Jórun avloysir Jákup Justinussen, sum fer av landinum í summar í lestrarørindum. Hann hevur verið í starvinum í tvey ár.

Nú Jórun tekur við, er starvið broytt frá bara at vera eitt ungdómsráðgevarastarv til at vera eitt junior- og ungdómsráðgevastarv. Við hesum er ætlanin at uppraðfesta juniorøkið.