HEIMILDARLOYSI

Heri Mohr

Undirritaði hevur skrivað eitt ótal av lesarabrøvum um blokkstuðulin frá
ríkiskassanum til landskassan. Støðið undir øllum hesum lesarabrøvum er ósanna
og villleiðandi indoktrinering, sum serliga farnu 7 árini er farin fram á okkara
politiska hermóti við blokkstuðlinum sum "ondets rod".
Tað er ikki lukkuligt, sum hesin blokkur hevur verið og framhaldandi verður
skammfarin, hóast tað, sum er eftir av honum, er markað og ikki ætlað til annað
enn til okkara heilsuverk og almannaverk, - altso til gomul, sjúk, avlamin, brekað
og tarnað.
Vit kunnu taka nøkur fá dømi:
- Tá ið landsstýrisins propagandarit Frá heimastýri til fullveldi kom í hvørt heim einaferð í
ár 2000, vórðu álvarsligar frásagnir serliga á síðu 25 og 26 um blokkstuðulin, sum ikki
høvdu hald í sannleikanum.
- Á einum politiskum flokstingi í Hósvík fyri tveimum árum síðani varð staðfest, at
síðani 1993 eru bert 10% av blokkinum nýtt. (Á sama tingi varð kunngjørt, at tað eru "tey
klókastu, tey best lærdu og stinnastu, ið velja Tjóðveldisflokkin").
- Og nú ein dagin fingu vit at vita frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingslimi, at blokkurin fer
í landskassan mest sum av tilvild, hann er ikki ætlaður til nakað sum helst minst av øllum
til vælferðina. Ein maður, sum hevði lisið hennara grein, helt fyri, at hon kundi
ikki hava sett seg nóg væl í blokkproblamitikkin, tí tað, hon skrivar, er langt frá
sannleikanum og veruleikanum. Betri heimaarbeiði hevði í hesum føri verið Annitu á
Fríðriksmørk til fyrimunar, - og hetta er ikki sagt niðrandi.

Lat okkum við bindi fyri eygunum tríva í blokkin og vita, hvat vit kunnu hála fram
í ljósið.
Ríkishospitalið!
Har vóru vit heppin, tí júst Ríkishospitalið er sorgarbarnið, sum voldar loysingarmonnum
høvuðbrýggj. Rikishospitalið er jú olmussa, fátækrahjálp, táta v.m. hava vit áhaldandi fingið
at vita. Sum um vit eru tornom skúlabørn.
Sannleikin um Ríkishospitalið er hesin: Í mong Harrans ár hava føroyingar fingið ókeypis
sjúkraviðgerð á Ríkishospitalinum. Tað, sum Ríkishospitalið kravdi fyri sjúklingar úr
Føroyum, varð fyri nógvum árum síðani avklárað millum sjúkrahúsið og avvarðandi
ráðharrastovu (ministerium).
Ríkishospitalið var so statt ikki at finna í løgtingsins fíggjarlógum ella landskassans
roknskapum fyrr enn í 1988, tí tá kom tað í blokkin saman við so nógvum øðrum, sum
ríkiskassin rindar alt ella partar av. Í 1988 kom so sum sagt Ríkishospitalið í blokkin við
22 milliónum, og síðani tá hevur landskassin samsvarandi rokning frá sjúkrahúsinum
goldið fyri viðgerð av sjúklingum úr Føroyum. So einfalt er tað.
Í avtaluni millum ta donsku stjórnina og landsstýrið tann 9. mars 1987 er m.a.
tilskilað, at upphæddin í blokkinum "beror på opgørelse af udgifterne ved indlæggelse på Rigshospitalet".
Men nú kemur gysarin:
Frá 1988 til 1999 var altíð samsvar millum tað, ið Ríkishospitalið kravdi og tað, ið var
í blokkinum til sama endamál, men í 2000 kom vend í. Samsvarið millum hospitalið og
blokkin helt uppat. Gloppið millum blokkstuðulin og útgjaldingarnar til Ríkishospitalið
øktist alt meira og meira.
Í árunum 2000-2004 (5 ár) hevur landskassin goldið Ríkishospitalinum umleið 413 mió.,
meðan blokkurin í sama tíðarskeiði hevur innihildið umleið 280 milliónir til viðgerðir
á nevnda sjúkrahúsi. Her er ein munur upp á umleið 133 milliónir, sum landskassin
onkursvegna hevur lagt út! Men hvussu við lógini, hvar er heimildin hjá landsstýrinum
at rinda tað, ið ríkiskassin veruliga eigur at gjalda?

Hvussu hetta hongur saman, hava vit skattaborgarar náturligt krav upp á at vita.
Nú landskassin er illa fyri, fær ikki endarnar at røkka saman, er tað sjálvsagt, at
landsstýrismaðurin við fíggjarmálum greiðir Føroya løgtingi frá, hvat niðurfrystingin av
blokkinum hevur kostað landskassanum, og hvørji ráð eru at taka til, fyri at vit, sum
búgva í Føroyum - serliga gomul, sjúk og avlamin - kunnu sleppa úr ótryggleikanum.