Lutakastið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum til næstu EM-undankappingina var á góðari leið.
Tá ið lutakastið var komið í helvt sá einki út, tí tá vóru londini Georgia, Litava og Ukraina komin úr pottinum, men í einum blandi við Skotland, Italia og Frakland gjørdist lutakastið heilt gott.
Tað kundi saktans enda nógv verri, um Føroya til dømis komu í marrubólk A, ella drógu Grikkaland og Turkaland sum tey sterkastu londini.
Tvey bæði londini, sum Føroyar fingu úr teimum sterkastu bólkunum, eru sera áhugaverda ítróttarliga og fíggjarliga. Áskoðararnir vilja gjarna síggja Frakland og Italia spæla í Føroyum, og landsliðsspælararnir sleppa at royna seg ímóti teimum bestu.
Mugu eystureftir
Føroyska landsliðið sleppur tó ikki undan ferðum eystureftir, og tað kann verða sera trupult at ferðast til bæði Ukraina og Georgia, har mótstøðan eisini verður sera hørð. Føroysk feløg hava ikki góðar royndir at ferðast so langt at spæla fótbólt, og landsliðið fær tvær sera truplar uppgávur har.
Hini bæði londini í okkara bólki liggja undir miðal og yvir miðal. Litava er ikki so langt burtur sum Georgia og Ukraina, men heldur ikki so áhugavert sum Skotland, har føroyingar aftur sleppa at royna seg í hesi undankappingini.
Heimsstjørnur til Føroya
Føroyska landsliðið sleppur í næstu EM-kappingini at spæla seg ímóti nøkrum av størstu stjørnunum í aljtóða fótbólti nú á døgum.
Nakrir av heimsins allarbestu álopsspælarum koma til Føroya, tí Andrei Schevchnko er stóra stjørnan á ukrainska landsliðnum, og á franska landsliðnum er Thierry Henry skarprættari. Harafturat kemur Italia við álopsinnaðum spælarum sum Alessandro Del Piero og Francesco Totti.
Aðrir fótbóltsspælarar, sum føroyingar sleppa at uppliva í Føroyum, eru Patrick Viera (Juventus), Darren Fletcher (Manchester United), Alessandro Nesta (AC Milan), Andrea Pirlo (AC Milan), Gianluigi Buffon (Juventus) og David Trezeguet (Juventus bara fyri at nevna nakrar.
Dystirnir í næstu EM-undankappingini verða spældir frá komandi heyst og eitt ár fram.