Tað er ikki spurningurin, um KÍ kvinnurnar fara at vinna fimtanda FM heitið á rað. Heldur er spurningurin, nær KÍ kvinnurnar fara at vinna fimtanda FM heitið á rað, og nær tær harvið fara at seta heimsmet.
Tað eru fýra umfør eftir av kvinnukappingini. KÍ er ovast á støðutalvuni við 44 stigum. EBS/Skála er næstfremst við 33 stigum, og málmunurin hjá KÍ er væl betri, enn hann er hjá fremsta avbjóðaranum. Klokkan 14 í dag fær KÍ vitjan av ÍF/Víkingi. Liðini hava spælt tríggjar landskappingardystir ímóti hvørjum øðrum í ár. Í Klaksvík endaði tað 2-2, meðan KÍ á útivølli vann 6-0 og 4-0.
KÍ kvinnurnar hava vunnið FM øll árini síðani 2000. Tað vil siga, at FM heitið í ár verður tað fimtanda á rað. At tað er møguleiki fyri, at gullið kemur til høldar seinnapartin fer ivaleyst at síggjast aftur í uppaftur fleiri áskoðarum í Klaksvík í dag, enn tað plaga at møta upp, tá ið gullkvinnurnar hjá KÍ spæla.
17. umfar
Í dag
KÍ-ÍF/Víkingur: Hans Eiler Hammer kl. 14.00
HB-AB: Atli undir Kletti kl. 12.30
Hósdagin 2. oktober
EBS/Skála-B36: Kjartan Jacobsen
Støðan eftir 16 umfør
KÍ 44
EBS/Skála 33
HB 27
ÍF/Víkingur 15
B36 14
AB 4