Heimurin nærkast størstu orkukreppu nakrantíð

Í nátt fór prísurin á norðsjóvarolju upp í 120 krónur fatið

- Orkukreppan, sum stendst av krígnum í Miðeystri, kann fáa søguliga stóra ávirkan á heimin.

 

Tað sigur stjórin í IEA, Fatih Birol, sum er altjóða orkustovnurin.

 

Fatih Birol ávarar ímóti, at høgi og veksandi oljuprísurin leggur stórt trýst á eina røð av londum. 

 

Á einari ráðstevnu í París brúkti hann sterkar vendingar um støðuna, sum er íkomin í kjalarvørrinum av Iran-krígnum og stongslinum av Hormussundinum.

 

- Heimurin stendur yvirfyri heimsins størstu orkukreppu, segði stjórin í IEA.

 

Í mars kom hann eisini við einari líknandi ávaring.

 

Ein stórur partur av heimshandlinum við olju, gassi og kunsttøðum og øðrum týdningarmiklum vørum fer vanliga gjøgnum Hormussundið.

 

Nú er sundið stongt, bæði av Iran og USA, og hetta fer, sum tíðin gongur, at geva stórum pørtum av heiminum stórar orkutrupulleikar 

 

Tíðindastovan NTB veit í morgun at siga, at prísurin á norðsjóvarolju í nátt fór upp í 120 krónur fatið.