Heini O. Heinesen 70 ár

Í dag, mikudagin 6. august, verður Heini O. Heinesen í Kunoy 70 ár. Heini hevur seinastu fjórðings øldina verið millum fremstu politikararnar í landinum.

Talan er um stóran dag hjá Heina og unnustuni Honnu Adam, tí umframt at halda runda dagin hjá Heina, so fara tey bæði í dag at geva hvørjum øðrum sítt ja. Ætlanin var, at hetta skuldi ganga stillisliga fyri seg fyri síðani at verða alment, tá ið føðingardagurin verður hildin í kvøld. Men nú er tað likið út, at Hanna og Heini skulu giftast í dag, og talan verður ivaleyst um ársins brúdleyp í Klaksvík!

Brúdleypið og føðingardagurin verða hildin bæði í Skálanum og í nýggju badmintonhøllini í Klaksvík.

Heini er kunoyingur. Í nøkur ár búði hann í Klaksvík, har hann lærdi húsasmíð og arbeiddi, eftir at hann var liðugur at læra, men so nógv tann størsta partin av sínum lívi hevur Heini búð í barnaheiminum suðuri í Gili í Kunoy.

Foreldrini vóru Jensa Maria fødd Ennistein og Jens Richard Heinesen, sum bæði vóru úr Kunoy. Tey fingu tíggju børn – seks dreingir og fýra gentur – og Heini er triði elstur.

Tá ið Heini var sekstan ára gamalur, fór hann fyrstu ferð til skips, og hann hevur roynt sjólívið við ymsum veiðihættum, eitt nú hevur hann verið á sild við gørnum og roynt við snøri og línu.

Tíggju ára skeiðið 1967-77 var hann byggimeistari, og tíggju ára skeiðið 1978-88 var hann vegformaður hjá landsverkfrøðinginum.

Heini hevur altíð verið áhugaður í samfelagsviðurskiftum og politikki, og hann varð fyrstu ferð valdur í sóknarstýrið í Kunoy, sum umframt bygdina heima í Kunoy eisini fevnir um Haraldsund, í 1962. Í fyrstu atløgu sat hann í bygdarráðnum fram til 1970, og eftir at hann stillaði upp aftur til bygdarráðsvalið í desember 1976, hevur hann verið formaður í kommunustýrinum síðani á nýggjárinum 1977!

Frá 1981 og fram til 1985 var Heini limur í starvsnevndini í Føroya Kommunufelag, har hann var formaður 1983-85.

Kunoy hevur altíð verið sjálvstýrisbygd, og síðani Heini fór at gera um seg í landspolitikki, hava tey bæði heima í Kunoy og í Haraldsundi stuðlað honum dyggiliga.

Í 1978 gjørdist Heini nevndarlimur í Norðoya Tjóðveldisfelag, har hann var formaður 1981-84. Hesi árini var hann eisini limur í aðalstjórnini.

Finnbogi Ísakson, sáli, umboðaði Tjóðveldi í Norðoyum í tinginum frá 1966 og fram til 1984, tá ið hann bar seg undan at vera á listanum.

Á valinum í 1984 varð Heini valdur við 173 persónligum atkvøðum, og hann varð valdur aftur í 1988, 1990, 1994, 1998 og í 2002. Í 2004 varð hann ikki valdur, men á valinum 19. januar í ár varð Heini aftur valdur í tingið, har hann nú er elsti maður.

Hægstu persónligu atkvøðutølini rakk Heini á valunum í 1994 og í 1998, tá ið ávikavíst 492 og 514 norðoyingar atkvøddu fyri honum. Tað var eisini um hesa tíðina, at Heini hevði størsta leiklutin í flokkinum. Frá á ólavsøku 1994 og fram til túsund ára skiftið var hann formaður Tjóðveldisfloksins á tingi.

Í løgtinginum hava tað ivaleyst verið tvey mál, sum Heini hevur kent serligan áhuga og ábyrgd fyri.

Annað eru samferðsluútbyggingarnar og serliga umstøðurnar hjá teimum í útjaðaranum, um tað so hevur verið í Norðoyggjum ella aðra staðni kring landið.

Kunoy var partur av útjaðaranum, inntil tunnilin varð gjørdur. Hetta var beinanvegin eftir, at Heini var komin á ting og var vorðin limur í samferðslunevndini, har hann var formaður eitt skifti í valskeiðnum 1984-88. Nevndin hevði sentralan leiklut, og umframt at vera limur og formaður í hesi nevndini, hevði tað stóran týdning at samstarva væl við Landsverkfrøðingin.

Tað sigst, at samstarvið millum Heina og Mikkjal Helmsdal, sála, var gott. Umframt at hava við landsverkfrøðingin at gera sum løgtingsmaður, spældi tað sjálvandi eisini inn, at Heini var formaður í bygdarráðnum, og at hann var vegformaður hjá landsverkfrøðinginum.

Hitt málið, sum Heini hevur gingið ógvuliga høgt upp í, er fiskivinnan og ikki minst umstøðurnar hjá línuflotanum og serliga útróðrarbátunum. Heini umboðaði flokkin í gomlu fiskivinnunevndini, har hann eitt skifti var formaður, og tá ið nýggja stýrisskipanin varð veruleiki, og tað varð vinnunevndin, sum fekk fiskivinnupolitikkin at viðgera, gjørdist Heini limur í henni. Tá ið fullveldissamgongan varð skipað í 1998, gjørdist Heini formaður í vinnunevndini.

Tað er breið semja um, at økisfriðingarnar, sum Heini hevur arbeitt nógv fyri og vart, hava havt sera stóran týdning í stovnsrøktini.

Í kvøld fer Heini saman við konuni at taka ímóti teimum mongu, sum hava boðað frá, at tey ætla at heilsa upp á hann og Honnu Adam.

Hanna (1942) er ættað úr Klaksvík. Hon vaks upp á Gerðareiði. Mamman, Ebba, sum framvegis býr í barnaheiminum hjá Honnu og yngru systrini, Janet, er ættað úr Søldarfirði. Pápin, Allan Adam, var ættaður úr Skotlandi. Hann kom henda vegin sum bretskur hermaður, og í 1947 fluttu tey til Klaksvíkar. Hann doyði í 1966.

Hanna býr á Bumshamri. Hon er sjúkrasystir og hevur í mong ár arbeitt í Klaksvík.

Børnini hjá Honnu eru Todi Jónsson, sum býr í Keypmannahavn, og Elsebeth Jónsson, sum býr í høvuðsstaðnum. Tey hava bæði sýnt gott ítróttarhegni, og tað hava tey ikki frá fremmandum. Pápin, Ludvík Jónsson, sáli, var í fleiri ár á besta KÍ liðnum, og Hanna var í síni tíð sannur úrmælingur á Stjørnu liðnum í hondbólti.

Tað er ikki frítt, at Heini roynir at fylgja Honnu í ítróttinum. Viðhvørt eru tey at síggja í Gundadali, har tey fylgja Elsebeth og B36 kvinnununum, og tá ið Todi spældi við FCK, var Heini onkra ferðina saman við Honnu í Parkini. Nú verður hann ivaleyst onkra ferðina saman við konuni at síggja, tá ið FC Amager fer at spæla í Sundby.

At ferðast í Danmark og at samskifta við danir hevur Heini einki ímóti. Men tað er eingin ivi um, at hann heldur vil sleppa úr ríkisfelagsskapinum í dag enn í morgin. Honum líkar ógvuliga væl at líta eftir lýðveldinum fyri vestan, og tá plagar hann at taka til, at Island er landið!

70 ára føðingardagurin hjá Heina og brúdleypið hjá Honnu og Heina verða hildin frá kl. 18 í kvøld.

------

J