Heini og Páll vilja skerja við 20 prosentum

Teir, sum leggja upp til størstu skerjingina í fiskidøgum, eru Páll á Reynatúgvu og Heini O. Heinesen, sum mæla til niðurskurð upp á 20% í øllum skipabólkum

Fiskidagar

 

Floksfelagarnir hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í vinnunevndini, Páll á Reynatúgvu og Heini O. Heinesen, eru teir, sum mæla til størstu skerjingina av fiskidøgum fyri komandi fiskiár.

Sum annar av minnilutunum í vinnunevndini mæla teir báðir til, at fiskidagarnir í øllum skipabólkum verða skornir við heili 20%, ið er sama tal, sum landsstýrismaðurin Tórbjørn Jacobsen mælti til at skerja partrolaraflotan við.

At Páll fór at mæla til slíkar skerjingar, var kanska ikki so óvæntað, men fáur mundi rokna við, at Heini O. Heinesen, sum er valdur í størsta útróðrarøki og línuøki í landinum, fór at taka so rívan til í sínum tilmæli til løgtingið.

Báðir ásanna teir, at toska-og hýsustovnurin eru sera illa fyri, meðan upsastovnurin hinvegin er rímiliga væl fyri.

- Landsstýrismaðurin ger greitt í sínum uppskoti, at skilabest er at saðla um í rikna fiskivinnupolitikkinum – skilt á tann hátt, at vit í framtíðini eiga at lurta meira eftir lívfrøðiligu ráðgevingini, tá fiskidagar verða ásettir á hvørjum ári.

Páll og Heini siga seg í stóran mun vera samdar við sjónarmiðini hjá egnum landsstýrismanni.

- Vit eru eisini sannførdir um, at krøvini í framtíðini fara at hava við sær, at ikki slepst undan hesi tilgongd frameftir. Hóast vit í stóran mun eru samdir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum, halda vit, at hann hevur tikið í so rívan til.

Teir halda, at ein skiftistíð eigur at geva vinnuni og samfelagnum eitt skotbrá ella eina skilagóða venjingartíð til nýggju leiðina.

- Tí mæla vit til, at nakað av ferðini verður tikið úr tilgongdini í mun til uppskotið hjá landsstýrismanninum, sum tað fyriliggur, sigur Páll á Reynatúgvu og Heini O. Heinesen, sum mæla til eina skerjing av fiskidøgum í øllum veiðibólkum upp á 20%.

Umframt viðmerkingarnar, sum Páll og Heini hava í felag, hevur løgtingsmaðurin í Norðoyggjum eisini gjørt sínar egnu viðmerkingar í vinnunevndini.

Heini O. Heinesen ásannar, at lógin um vinnuligan fiskiskap er illa umsitin, síðan hon kom í gildi fyri 12 árum síðan.

- Vit eru í ferð við at saga greinina av, sum øll fiskivinnan hvílir á, sigur hann.