Heini Olsen minnist og ørminnist

Byrjanin av mongu ferðunum hjá ævintýraranum hjá Heina Olsen er komin út í bókini Meg minnist - og ørminnist




Heini Olsen hevur strokið víða í sínum lívi og hevur stóran part av

ævini virkað millum fólk, sum eru okkum ógvuliga fremmand. Hann

hevur sæð og hoyrt mangt forvitnisligt og skemtiligt.

Nú hevur hann í hyggju at taka okkum við sær og endurliva sínar

mongu ferðir kring knøttin í orðum og myndum.

Meg minnist - og ørminnist er fyrsta bind av fleiri um hesar ferðir. Heini Olsen

byrjar her við barna- og ungdómsárunum í Vestmanna og á Tvøroyri,

áðrenn hann leggur til brots. 



Lívsins søga

Í bókini greiðir Heini Olsen frá, at longu sum smádrongur fekst hann við at penta søgur saman í hugaheiminum, sum tó ongantíð vórðu festar á blað. Foreldrini hildu bæði, at hóast

fátæksligt var til verðsligt ríkidømi, mundi lívið í sjálvum sær vera

besta søgan, skrivast kundi, og sum árini gingu, kom Heini á teirra orð.

- Eg gjørdist sannførdur um, at neyvan mundi vera frægari tilfar at

hugsa sær til enn tað, sum í minninum liggur tøkt at finna fram. Tað

veri seg úr teirri døkku myndarøðini, ið, sum frá líður, tíbetur hevur

lyndi at kámast og kanska best hevði verið gloymd, ella heldur úr

teirri bjørtu, ógloymandi røð av glitrandi gripum av løttum og tungum,

men hugtakandi hendingum, sum lívið í sjálvum sær kann fevna

um, skrivar Heini Olsen í nýggju bókini.

Meg minnist - og ørminnist verður løgd fram hóskvøldið klokkan 19 í Miðlahúsinum í Vágsbotni