Hóast mansvardur, so varð Heini Hanusarson við fimm málum toppskjútti, tá Elite 3000 Helsingør sunnudagin staðfesti, at teir eisini eru partur av næst bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár. Helsingør skuldi hava minst eitt stig, um teir skuldu sleppa undan at spæla upp- og niðurflytingardyst, og við 24-19 sigri á Lyngby eydnaðist hetta eisini. Tað verður tó uttan føroyska stórskjúttan, at Helsingør skal royna seg komandi kappingarár. Tá fer Heini til Ajax Heroes, sum júst hevur tryggjað sær uppflyting til fremstu donsku hondbóltsdeildina.