? Tað var eitt sindur løgið at hugsa sær til at skula halda jól á markinum til Sahara oyðimørkina í meira enn 30 hitastigum. Men tað bar væl til hóast alt, og vit fingu eini sera hugnalig, um enn øðrvísi jól, greiðir Alma Bjartalíð í Klaksvík frá um ferð í Afrika á jólum.
Frásøgnin setur ferð á hugin, sum leitar at lýggjari støðum, nú vit sita hendan illveðursdagin í januar við køksvindeygað í Bøgøtu og hyggja at, meðan vindur og vátaslettingur strúka yvir Klaksvíkina. Troystarleysa veðrið uttan fyri ger kortini bara innihugnan enn meira fløvandi.
Alma Bjartalíð í Klaksvík var á jólum og vitjaði sonin og familju hansara í Mali í Vesturafrika, sum liggur upp móti syðru helvt av Sahara oyðimørkini. Eitt nú liggur oyðimarkarbýurin Timbuktu, sum mangan verður roknaður at liggja langt burtur, í landinum Mali.
Sonur Almu, Snorri Brend, er trúboðari í Mali. Saman við konuni og báðum døtrunum býr hann í býnum Sevaré, sum liggur uppi við Niger ánna. Ein býur við umleið 25.000 íbúgvum, greiðir Alma Bjartalíð frá.
Øðrvísi jól
? Men hóast øðrvísi umstøðurnar komu jólini kortini spakuliga, greiðir Alma Bjartalíð frá. Verdóttirin dugdi sera væl at fáa jólahugnan fram, hóast alt.
Jólapyntið kom upp at hanga so við og við, eins og jólaløg eisini vórðu spæld. Tey høvdu bæði føroyskar og útlendskar fløgur og bond við.
Jólatræið er ikki so lætt at fáa har niðri. Í hvussu er ikki tað vanliga granntræið, vit brúka her á okkara leiðum. Men tað kundi so væl klárast við einum plastikktræi, tey høvdu við sær. Og tá so jólapakkarnir eisini vóru komnir at liggja, ja so vóru jólini komin. Eisini til teirra, sum sótu í 32 hitastigum í Sevaré uppi við Niger ánna í Mali.
Tey hava egnan kokk, trúboðarafólkini í Sevaré. Hann hevur verið kokkur hjá øðrum trúboðarum undan teimum, sum nú eru, og veit væl, hvussu fremmandu fólkini vilja hava matin, og serliga hvat tey tola at eta.
Jólaaftan varð døgurðin etin á middegi. Oksakjøt, sum kokkurin, Omar, hevði gjørt til.
Eftir døgurðan varð farið ein túr út í oyðimørkina, sum ikki er so langt burtur, har ein norskur trúboðari skipaði fyri einum sonevndum jólaspæli, sum hon hevði sett saman burtur úr Jesajasarbók úr Gamla Testamenti, greiðir Alma Bjartalíð frá.
Hóast lisið var úr Jesajasarbók, varð spælt, at tey vóru stødd á Betlehemsfløtum, har bæði hirðar og einglar vóru savnað.
Nú er tað so, greiðir Alma frá, at í Mali ganga hirðarnir, eins og øll onnur mannfólk, við transistorradio um hálsin. So Snorri hevði verið so fyrivarin, at hann hevði tikið radio við heimanífrá og gekk so við hesum um hálsin, nú hann skuldi vera røktingarmaður hesa jólanáttina á Betlehems fløtum.
? Ein sera hátíðarlig løta, hendan skýmingin jólaaftan, meðan vit í oyðimørkini fluttu okkum aftur til Jesu føðing, sigur Alma Bjartalíð.
Jólini verða mest bara hildin jóladag har niðri, greiðir Alma frá. Tað verður gjørt við, at farið verður í kirkju, og síðan fær alt kirkjuligið at eta uttan fyri kirkjuna. Tann dagin kemur nógv fólk, tí ikki er støðan øðrvísi enn so, at hjá fleiri teirra er tað rættiliga forkunnugt at fáa rís og kjøt, sum tey fáa hendan dagin. Heima við hús er kosturin vanliga hirsugreytur.
Ikki er kirkjan stór. Veggirnir eru av mold, sum flestu aðrir bygningar eisini eru. Hetta tí, at tað er svalligari, enn um bygt varð av gróti ella betongi.
Einki er inni annað enn eitt upphang, har vín og breyð kunnu standa. Altargongdin fór soleiðis fram, at prestur lat breyð niður i vínið og lat so ílætið ganga runt hond úr hond, til øll høvdu verið til altars.
Guðstænastan fór fram á Fulanimáli, so striltið var at fylgja við. Men okkurt sálmalag kendi Alma kortini aftur.
Loftmissión
Í Mali gongur hvør maður við útvarpslurti um hálsin. Sera nógv og væl verður fylgt við tí, sum hendir, gjøgnum útvarpið. Tað kemst fyri ein part av, at illa gongur at lesa hjá nógvum, men at lurta klára tey.
Hesum hevur trúboðarin eisini fingið sær fyrimunir av, og verða útvarpsendingar við kristniboðan gjørdar og sendar á lokala málinum.
Snorri Brend er við í hesum arbeiðinum saman við øðrum trúboðarum, sum eru í umráðnum.
Snorri er sendur út av trúboðarafelagsskapinum Melm, sum er eitt samstarv millum tveir norskar felagsskapir og donsku Sudanmissiónina, haðani Snorri er sendur.
Av øðrum máli tosar fólkið bert franskt. Tað kemst av, at Mali er gamalt franskt hjáland, greiðir Alma Bjartalíð frá. Og tað var ein lítil trupulleiki hjá henni, at hon ikki dugir franskt. Tí á enskum bar einki til. Hon kundi ikki siga, hvar hon búði, um hon ikki fann heimaftur, tí tey skiltu ikki hvønn annan.
Men sera fitt og fyrikomandi var fólkið, leggur hon dent á. Smílandi og hjálpsom, tá hon stóð og fektaði við sínum teknmáli, um okkurt var, hon ikki fekk skil á. Tað bar til.
Tey hava tað gott har niðri, heilsar Alma Brend frá familjuni í Sevaré. Og tað var sera gleðiligt at síggja, hvussu nógv fólk hugsar um tey og minnist tey. Eitt nú á jólum. Bæði so og so. Tað eru tey eisini takksom fyri.