Áheitan frá Miðflokkinum á fólkatingsumboð okkara

Miðflokkurin heitir á føroysku fólkatingslimirnar Lisbeth L. Petersen og Høgna Hoydal um at taka málið upp á Fólkatingi um donsku privatsjúkrahúsin, sum nú aktivt bjóða føroyskum kvinnum fosturtøku

Jenis av Rana
Bill Justinussen

Miðflokkurin metir, at í ríkisfelagsskapinum eiga partarnir at virða rættin hjá hvørjum øðrum at skipa samfeløgini hvørt sær sambært fólkaviljanum. Í Føroyum er breið semja um, at fosturtøka ikki skal vera frí, og tí eiga donsk sjúkrahús - bæði almenn og privat - at virða hesa støðu. Tá eitt danskt sjúkrahús bjóðar føroyingum eina tænastu, sum vit í Føroyum ikki meta, eigur at bjóðast føroyingum, er hetta at undirgrava okkara samfelagsskipan. Tað er meiningsleyst, at vit í Føroyum hava lógir, sum Føroya Løgting hevur samtykt, tá annar partur í ríkinum vanvirðir hesar lógir og aktivt kemur inn á okkum við tilboðum, sum eru ímóti okkara lógum. Hetta máar samstundis burtur virðingina, sum vit føroyingar eiga at hava fyri egnari lóggávu.

Tí vónar Miðflokkurin, at føroysku fólkatingsumboðini heita á donsku myndugleikarnar um at virða føroyska lóggávu og føroysku samfelagsskipanina í síni heild, og at hetta førir við sær, at donsku privatsjúkrahúsini taka tilboð síni til føroyingar aftur.

Hósdagin, 19. august 2004