Harvið varð 79 ára gamla metið fyri heitasta junidag í Danmark tikið. Higartil hevði metið verið 35,5 stig, sum vórðu mátað í Hillerød í 1947.
Danmarks Meteorologiski Stovnurin (DMI) hevur váttað nýggja hitametið.
Sambært Ritzau kann eisini metið fyri hægsta hita, sum nakrantíð er mátaður í Danmark, verða hótt um vikuskiftið. Tað metið er 36,4 stig og varð sett í Holstebro 10. august í 1975.










