Heldur fleiri danir hava valt

Valhugurin tykist vera heldur størri í Danmark í dag enn á seinasta ES-valinum Tá tey donsku valhølini høvdu verið opin í tveir tímar fyrrapartin, høvdu 13,9 prosent av veljarunum verið og sett kross. Tað er á leið tvey prosent meiri enn um somu tíð á valinum í 2004.

Ritzau skrivar, at vøksturin í atkvøðutalinum kemst lutvíst av, at tað eru rættiliga nógv fleiri brævatkvøður hesaferð enn fyri fimm árum síðani.

Ein meiningakanning fyrradagin vísti, at 10 donsk valevni kunnu kenna seg rættiliga vís í at sleppa í ES-tingið. Hinvegin er hørð kapping um tríggjar teir seinastu sessirnar.