Bretar velja poppsangir og løg úr filmum og sjónvarpi til jarðarferðir, vísir ein nýggj uppgerð.
Her á landi verða sálmar og sangir framvegis nýttirm men í Danmark merkja tey áhugan fyri alternativum sangum til jarðarferðirnar.
Men tað er altso í Bretlandi at fólk, sjálvt í deyðanum ivlja vísa, at tey hava livað lívið eftir teirra egna høvdi. Tí er sangurin hjá Frank Sinatra ?My Way? ovast á listanum. Á øðrum plássi
kemur sangurin hjá Betta Midlers ?Wind Beneath my Wings? og ?Time to Say Goodbye? hjá Andre Bocelli og Sarah Brightman.
Hinvegin eru tradisjonellir sangir sum ?Amacing Grace? og ?Jerusalem? trokaðir burtur í Bretlandi, meðan ein í Skotlandi framvegis heldur fast við sálmarnar.
Kanningin er gjørd yvir sangir og sálmar við jarðarferðir í Bretlandi, og hava tey skrásett sangir, sálmar og tónleikaverk við fleiri enn 30.000 jarðarferðum.
Gongdin er greið: Populerir sangir og
løg úr sjónvarpsrøðum gerast fleiri og fleiri.
- Táruvætarar á hittlistum frá nútíðini gerast ikki táruvætarar um nøkur ár. Men sannlíkt er, at vit fara at hoyra hesi løgini í nøkur ár aftrat, sigur Lorinda Sheasby frá einum av jarðarferðfyritøkunum.
Í Danmark vísir ein uppgerð at sálmurin ?Altid frejdig, når du går? (Gakk tú fram við góðum treyst) er tann mest sungni, men fólk koma eisini fram við ynskjum um sangir hjá Kim Larsen og øðrum.