Helena Dam á Neystabø stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin

Seinastu trý árini hevur Helena starvast sum stjóri á Føroya Handilsskúla og verið við til at skipa skúladepilin í Marknagili. Nú er depilsstjóri settur, og Helena fegnast um, at henda verkætlan, sum hon arbeiddi við sum landsstýriskvinna í Mentamálum í 2008-11, nú tekur skap. Tað verður sjálvandi avbjóðandi, men letur eisini upp fyri óendaliga nógvum nýggjum møguleikum.

Men nógv liggur eisini á láni.

– Eftir fýra ár við verandi samgongu er ein vaksandi ójavni millum føroyingar. Tað er ikki gott fyri nakran. Ikki so at skilja, at øll skulu vera líka. Tað vera vit ongantíð, men øll skulu hava somu møguleikar.

– Tað liggja nógvar spennandi  og tíverri óloystar uppgávur fyri framman, sigur Helena og vísir serliga á trý høvuðsmál.

* Ein nýggj og góð pensjónsskipan, sum tryggjar bæði pensjónistarnar í dag og komandi ættarlið.

* Ein fiskivinnunýskipan, sum gevur vinnuni bestu karmar og ikki minst betri atgongd til evropeiska marknaðin.

* Og so skulu lág- og meðallønt fáa ein skattalætta. Vit skulu miðvíst menna Føroyar, so at ungu ættarliðini búseta seg og virka í Føroyum.

Harumframt hava fólkaskúlin og ríka føroyska mentanarlívið altíð verið millum hjartamálini hjá Helenu.

Helena Dam á Neystabø hevur hollar royndir í politikki, bæði í løgtingi, landsstýri og eisini í kommunupolitikki. Hon hevur mangan verið við til at loysa stór og tung mál. Til dømis varð dagstovanøkið í 1999 lagt til kommunurnar, sum lyftu uppgávuna til UG. Fólkapensjónin varð hækkað munandi í 2000. Og øll ung fingu møguleikan at fáa ein góða miðnámsútbúgving í kreppuárunum frá 2008-2011. Á tann hátt fyribyrgdu vit tí ungdómsarbeiðsloysi, sum rakti flest øll onnur lond rundanum okkum.   

– Øll mugu hava álit á, at tær avgerðir sum verða tiknar í dag, eru tær bestu fyri framtíðina. Eg haldi tó ikki, at meirilutin av Føroya fólki situr við teirri kensluni í dag.

– Eg bjóði meg fram og vil fegin vera við til at finna breiðar semjur og tryggar loysnir.

Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin