Helgi Winther Olsen, sum vann fleiri gullmerki á Oyggjaleikunum í summar, er á odda við liði sínum eftir fyrsta umfar í donsku liðkappingini í reiðskapsfimleiki.
Fyrsta umfar í elitudeildini var leygardagin 2. mars, og hetta var tað fyrsta av tilsamans fýra umførum. Fýra lið eru við í kappingin, og tey eru NGF úr Nakskov, VIK úr Århus, Gefion úr Keypmannahavn og AIG úr Aalborg.
Seinasta ár var tað Gefion, ið vann kappingina, men í ár liggur AIG á odda eftir fyrsta umfarið.
Gekk væl hjá Helga
Í fyrsta umfarinum luttók Helgi á gólvi og í ringum. Tað gekk væl á gólvinum, har hann fekk næstbesta úrslitið á liðnum, og samanlagt var hann á sætta plássi eftir íðkanina á gólvi.
Helgi er á liði við sera góðum fimleikarum. Nevnast kann Tue Lodahl, sum í fjør megnaði at kvalifisera seg til eina HM finalu, sum tann fyrsti danin nakrantíð. Tue Lodahl er sostatt ein góður trumfur hjá Helga og teimum í AIG í stríðnum um DM-heitið.
Kappingin gongur soleiðis fyri seg, at í hvørjum av teimum seks reiðskapunum (gólv, beinsveiggj, ringar, lop yvir hest, barr og rekk) sleppa fýra luttakarir úr hvørjum felagi at gera eina íðkan, men bert tríggir teir bestu karakterirnir telja. Soleiðis verða tað 6 ferðir 3 karakterir, tilsamans 18 karakterir sum telja.