Helgi Lamhauge Petersen starvast til dagligt í tryggingini, men er helst betri kendur sum fótbóltsspælari og fótbóltsviðmerkjari. Hann hevur sínar røtur í NSÍ, har hann í dag er hjálparvenjari á besta liðnum.
Helgi bleiv í 2001, sum áleypari hjá GÍ, toppskjútti í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt seks dystir á A-landsliðnum.
Eg og mítt HM við Helga L. Petersen:
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- Tað kemur at ávirka summarið nógv. Fari nokk at hyggja eftir útvaldum dystum í bólkaspælinum, meðan eg helst síggi allar dystirnar aftaná bólkaspælið.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Altíð stuttligt, um smærri tjóðirnar klára seg væl. Um eg skal taka eina at betru tjóðunum, sum hevur ein realistiskan møguleika at vinna, so haldi eg við Týsklandi. Mær dámar væl týska spælið og at hyggja eftir teimum.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- Gleði meg til “knock out” dystirnar. Tá eru leikararnir veruliga til próvtøku, meðan allur heimurin hyggur at. Tað má vera fantastiskt at spæla hasar dystirnar.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- 1986 í Mexico. Foreldur míni brúktu eini kr. 10.000 til at keypa eitt “video” í juni 1986, so vit fingu tikið dystirnar uppá. Haldi eg og lítlibeiggi hava sæð samandráttin av HM1986 eini 1.000 ferðir.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- Uttan samanbering HM1986 í Mexico. Tað verður ikki fyrrenn Føroyar vinnur sær rættin at luttaka í HM endaspæli, at tað verður broytt. Baggio, Ronaldo (tann ordiligi) og Zidane hava verið fantastiskir, men tað sum Maradona gjørdi í 1986 verður ongantíð gjørt aftur.
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Argentina ella Týsklandi. Teir vóru eisini í finaluni í 1986. Um eg skal velja annað, so sigi eg Týskland.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
- Nú Marco Reus er skaddur og úti av HM, so verður tað Sergio Agüero.
Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør
Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal
Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal
Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 11) Atli Gregersen
Les eisini: (Eg og mítt HM 12) Jóan Símun Edmundsson
Les eisini: (Eg og mítt HM 13) Símun Samuelsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 14) Petur Reinert
Les eisini: (Eg og mítt HM 15) Eiler Rasmussen
Les eisini: (Eg og mítt HM 16) Leivur Frederiksen
Les eisini: (Eg og mítt HM 17) Sjúrður Skaale
Les eisini: (Eg og mítt HM 18) Christian Høgni Jacobsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 19) Evi Tausen
Les eisini: (Eg og mítt HM 20) Klæmint A. Olsen