Helgi toppskjútti tá Viking endurvann oddasessin

Aftaná tvey keðilig tap kom Viking Stavanger á slóðina aftur við einum stórsigri á Bodø

Helgi H. Hoydal gjørdist toppskjútti við fimm málum, og Kjartan Johansen skoraði fýra mál tá lið teirra, Viking Stavanger endurvann oddasessin í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

Hetta hendi tá Viking á heimavølli vann stórsigur 31-19 á Bodø. Longu í steðginum var Viking á odda 18-9.

Samstundis tapti kappingarneytin, Fjellhammer 21-22 móti Falk, og er Stavanger aftur oddalið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

Tvey tey ovastu liðini flyta upp í bestu hondbóltsdeildina. Liðið sum endar á triðja plássi spælir uppflytingardystir móti triðaftasta liðnum í bestu hondbóltsdeildini.

Støðan:

1Viking Håndball16 dystir1303433 - 39126 stig
2Fjellhammer161123420 - 36724
3Falk Horten16925415 - 40120
4Nøtterøy Håndball16916474 - 43919
5Sandefjord Håndball15825411 - 37718
6Kristiansand Topphåndball15816368 - 37117-
7Viking TIF16727467 - 46316
8Charlottenlund166010399 - 40612+
9Sandnes166010427 - 43812
10Lillestrøm TH164210439 - 45210
11LFH09165011435 - 48810
12Bodø HK163013395 - 4906