Helst meiriluti í tinginum hesaferð

Fríggjadagin legði Javnaðarflokkurin aftur eitt uppskot um stjórnmálanevnd fyri tingið. Hesaferð var bert Tjóðveldisflokkurin beinleiðis ímóti, meðan Sambandsflokkurin ikki var so avvísandi, sum ein kanska kundi trúð

Á tingfundinum fríggjadagin legði Marita Petersen vegna Javnaðarflokkin fram uppskot um stjórnmálanevnd.

Hetta er aðru ferð, at flokkurin leggur slíkt uppskot fram, men fyrru ferð fekk uppskotið ikki undirtøku. Orðaskiftið fríggjadagin gav tó eina ábending um, at málið ikki fær somu lagnu hesaferð. Tað var nevniliga bert Tjóðveldisflokkurin, sum beinleiðis vísti seg at vera ímóti. Og tað var kanska eitt sindur óvæntað.

Flokkurin førdi fram, at uppskotið var soleiðis orðað, at tað mest sum var ætlað at halda Tjóðveldisflokkin uttanfyri. Haraftur ímóti var Sambandsflokkurin ikki so avvísandi, sum ein kanska kundi trúð. Hann segði seg nevniliga kunna viðgera broytingar í heimastýrislógini, var hetta hildið neyðugt.

Hinir flokkarnir tóku undir við uppskotinum, men tó gav Fólkaflokkurin onga beinleiðis tilsøgn um undirtøku. Framsøgumaðurin segði tó málið vera áhugavert.


Arbeiðið byrjað í 1991

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Javnaðarflokkurin, at upppskot at seta stjórnmálanevnd við løgtingslóg at koma við áliti um stýrisskipanarviðurskifti Føroya, hava ikki fyrr verið sett fram á tingi, tá ið burtursæð verður frá løgtingsmáli nr. 42/1996.

Uppskotini, sum hava verið sett fram higartil, hava verið uppskot til samtyktar um samráðingarheimild til løgtingsnevnd ella landsstýri at tingast við donsku stjórnina um hesi viðurskifti ella ítøkilig broytingaruppskot til heimastýrislógina. Tó setti Jógvan Sundstein, løgmaður í 1985 fram uppskot til samtyktar um at seta tingmannanevnd at endurskoða heimastýrislógina, men hetta uppskot fall á tingi.

Tá landsstýrissamgongan ímillum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin bleiv skipað í januar 1991, var ein partur av politisku avtaluni ímillum hesar flokkar at fremja broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum Føroya soleiðis, at sjálvræði varð munandi víðkað.


Nýval órógvaði

Tað var tó beinanvegin greitt, at løgtingslógirnar um stýrisskipan Føroya í sermálum og um umboðsvald Føroya ikki fóru at vera nóg góðir karmar um fyrisiting av einum munandi øktum sjálvstýri. Sostatt fór landsstýrið fyrst undir at gera uppskot til nýggja stýrisskipanarlóg og setti nevnd at gera slíkt uppskot.

Hetta arbeiðið helt fram, eftir at landsstýrið í apríl 1993 varð umskipað soleiðis, at Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin komu uppí í staðin fyri Fólkaflokkin.

Stýrisskipanarlógin kom í gildi lutvíst á Ólavsøku 1995 og í síni heild á Ólavsøku 1996. Tá var so hesin parturin av arbeiðinum, sum samgongan setti sær fyri, lokin. Nýval var til løgtingið í juli 1994, og eitt annað landsstýri tók við. Meiri bleiv tí ikki gjørt við ætlanina um broyting í ríkisrættarligu støðuni.

Løgtingið setti um mánaðarskiftið november/desember 1995 nevnd sambært § 25 í tingskipanini at gera uppskot til setan av stjórnmálanevnd. Úrslitið var lógaruppskot um tílíka nevnd, løgtingsmál nr. 42/1996. Hetta uppskot vann ikki frama á tingi.


Eiga at finna

felags støðu

Støðan hjá politisku flokkunum, tá tað snýr seg um spurningin sjálvstýri-samband, kann bólkast í tríggjar høvuðsleiðir:


*Varðveitan av verandi skipan

*Størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin

*Tjóðveldi


Javnaðarflokkurin heldur, at vit nú eiga at finna eina felags støðu til hesar spurningar, í hvussu er eina støðu, sum ein stórur meiriluti á løgtingi kann verða samdur um.

Tí leggur Javnaðarflokkurin nú fram uppskot um stjórnmálanevnd fyri at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á.

Hetta uppskotið víkir frá uppskotinum í løgtingsmáli nr. 42/1996 á tann hátt, at tað er ikki álagt nevndini at gera fleiri uppskot, men einans at gera uppskot til nýggja skipan við størri sjálvræði. Harafturat er í hesum uppskoti ikki beinleiðis álagt nevndini at endurskoða stýrisskipanarlógina og løgtingsvallógina. Hetta kann nevndin gera, um hon heldur tað vera neyðugt í sambandi við arbeiðssetningin.


Best møguliga

grundarlagið

Broytingar í ríkisrættarligu skipanini kunnu ikki einvíst fremjast av føroyska lóggávu- og umsitingarvaldinum. Men áðrenn nakrar samráðingar kunnu fara fram við donsku stjórnina, eigur Føroya løgting at hava eina breiða og greiða støðu til, hvørja leið vit vilja halda.

Uppgávan hjá stjórnmálanevndini er í stuttum, at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á.

Javnaðarflokkurin heldur, at ein nýggj skipan eigur at áseta í minsta lagi:


1. At Danmark og Føroyar hvør sær eru sjálvstøðugar tjóðir

2. At føroyskur heimarættur verður greitt formuleraður

3. At ríkisfelagsskapurin byggir á sáttmála ímillum hesar tjóðir, og at hesin sáttmáli kann uppsigast av báðum pørtum

4. Føroyar hava fult málsræði á øllum málsøkjum, sum í dag eru sermál, og kunnu við føroyskari lóg taka fult málsræði á málsøkjum, sum nú eru felagsmál, tó so at hetta ikki skal vera galdandi fyri mál, sum mugu vera felagsmál, um talan skal vera um ríkisfelagsskap yvirhøvur

5. At dómsvald, løgregla og ákæruvald og lóggáva á hesum økjum í tann mun, tað ikki er ósambæriligt við ríkisfelagsskapin, verða yvirtikin sum ein náttúrligur liður í føroyskum sjálvstýri.


Tá álitið er liðugt, eigur tað at verða prentað og almannakunngjørt, sigur Javnaðarflokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.


Meiriluti tykist

vera fyri

Sum nevnt í byrjanini, var tað bert Tjóðveldisflokkurin, ið var beinleiðis ímóti. Hóast Javnaðarflokkurin hevði lagt seg eftir at orða uppskotið soleiðis, at tað kundi vinna frama hjá flest møguligum tingmonnum, var tað júst orðingin, ið Tjóðveldisflokkurin tók sær tiknir av.

Fólkaflokkurin helt uppskotið vera áhugavert, og sum skiltist metti hann seg standa frítt stillaðan at taka støðu til hetta uppskotið, tó at løgmaður áður hevur lovað brand og bál um slíkt uppskot vann frama á tingi ? við hjálp frá samgonguni.

Sambandsflokkurin leyp sjálvandi ikki á leistum eftir hesum uppskoti, men tað skiltist kortini, at teir ikki høvdu nakað ímóti at viðgera broytingar í heimastýrislógini, gjørdust tær neyðugar.

Hinir smærru flokkarnir kundu allir taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, og tískil sær í løtuni út til at vera meiriluti í tinginum fyri tí.

Tað er einki at ivast í, at tíðin er vælvald at leggja hetta uppskot fram. Svarið, ið Ríkisumboðsmaðurin gav í tinginum upp á fyrispurning frá Bjarna Djurholm staðfesti, at viðurskiftini landana millum eru ógreið. Hartil kemur sjálvandi bankakanningin, sum á ongan hátt hevur virkað til at bøta um viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum.

Eftir viðgerðina fríggjadagin varð málið beint í Rættarnevndina, og ikki fyrr enn málið kemur aftur haðani fæst meiri nágreiniliga at vita, hvør endaliga lagnan hjá uppskotinum verður.