Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í Gradski í Niksic í Montenegro, har føroyska U-21 landslliðið skal spæla EM undankappingardyst.
Dómarabólkurin er úr San Marino, og dómari er Barbeno Luca.
Hetta er fyrsti undankappingardysturin hjá U-21 landsliðnum í tríggjar mánaðir. Tað var ikki sørt av einum vónbroti, tá ið Føroyar í fyrsta dystinum í hesi undankappingini taptu 3-1 á Svangaskarði ímóti Kasakstan.
Føroyskur málskjútti ta ferðina var Stefan Radosavljevic, sum varð skiftur inn á føroyska liðið í 77. minutti og átta minuttir seinni minkaði um munin til 2-1.
Ta ferðina vóru hesir á føroyska liðnum: Silas Eyðsteinsson – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen, Victor Henriksen – Magnus Holm Jacobsen, Jákup B. Andreasen – Adrian Justinussen, Janus Svabo Samuelsen, Pætur J. Petersen – Mads Mikkelsen
Sammett við fyri trimum mánaðum síðani hevur landsliðsvenjarin Eli Hentze gjørt av at broyta liðið soleiðis, at fimm nýggir menn eru millum teir fyrstu ellivu á liðnum, sum í kvøld er mannað soleiðis:
Rói Zachariasen – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Magnus Holm Jacobsen, Jákup B. Andreasen – Petur Knudsen, Janus Svabo Samuelsen, Lukas Giessing – Stefan Radosavljevic.
Nýggir menn á liðnum eru Rói Zachariasen, Daniel Johansen, Petur Knudsen, Lukas Giessing og Stefan Radosavljevic.
Á beinkinum í kvøld eru Silas Eyðsteinsson, Victor Henriksen, Bjarki C. Nielsen, Mads Mikkelsen, Pætur J. Petersen, Hannes Agnarsson og Hugin Samuelsen.