Alsamt fleiri fólk hava trupulleikar við ovurnýtslu av Facebook. Tað vísir ein nýggj kanning, sum granskarar á universitetinum í Bergen hava gjørt av 423 norskum lesandi. Úrslitini av kanningini eru júst almannakunngjørd í tíðarritinum Psychological Reports. Hetta skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio.
Ein av granskarunum, sum hava verið við í verkætlanini, er Cecilie Schou Andreassen, sum er doktari í sálarfrøði. Sambært henni kunnu tað vera fleiri ymiskar orsøkir til, at fólk gerast bundin av Facebook.
- Tað eru sum oftast yngri fólk, ið gerast bundin av Facebook. Harafturat vísir henda kanningin, at fólk, sum eru nervøs og sosialt ótrygg í størri mun brúka Facebook enn fólk, ið ikki eru tað. Tað hongur saman við, at persónar, sum eru nervøsir og ótryggir, halda tað vera lættari at samskifta umvegis sosialar miðlar heldur enn andlit til andlit, sigur Cecilie Schou Andersen og vísir á, at tað oftari eru kvinnur enn menn, sum gerast bundnar av Facebook.
Sambært granskarunum hava ambitiøs og væl organiserað fólk í minni mun lyndi til at gerast bundin av Facebook, av tí at tey ofta brúka sosiala miðilin í samband við teirra arbeiði og netverk.