Tað ber ikki til at taka hvat sum helst av mati við sær úr Føroyum og til Danmarkar, ella hini ES-londini.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at reglur eru fyri hesum, og tær eru eisini galdandi fyri tey, sum senda mat av landinum.
Føroyingar hava loyvi at taka fiskavørur við til øll londini í ES, men kjøtvørur og aðrar vørur av djóri, eru ikki loyvdar at útflyta til ES. Orsøkin er, at Føroyar hava bara heilsufrøðiliga avtalu við ES um fiskavørur og ikki um kjøtvørur og aðrar úrdráttir úr djórum.
Men eitt undantak er kortini frá hesum reglum og tískil kunnu fólk hava ávísa mongd av kjøtvørum við sær í viðførinum úr Føroyum til Danmarkar ella senda til privatfólk í Danmark.
Í hesu sambandi kunnu fólk útflyta hesar vørur úr Føroyum til Danmarkar, uttan at djóralæknin á marknaeftirlitinum skal gera eftirlit við einstøku sendingunum:
10 kilo fyri hvørt ferðafólk av kjøti og kjøtvørum
10 kilo fyri hvørt ferðafólk av mjólk og mjólkavørum
10 kilo fyri hvørt ferðafólk til av eggum og øðrum úrdráttum úr djórum.
Annars eru ongar avmarkingar á mongdini av fiskavørum.
– Maturin skal takast við í egnum viðføri, tá ið tú fert til Danmarkar. Maturin kann eisini sendast í pakka til onkran, sum býr í Danmark og tað er til privata nýtslu. Tað merkir, at persónurin í Danmark hevur ikki loyvi at selja matin, ella at geva øðrum í gávu.
Tað er einki krav um, at maturin skal etast í egnum húsarhaldi og sostatt er tað loyvt at nýta matin í samanskotsveitslum, har móttakarin er við, men talan skal vera um privat tiltøk.
Hinvegin eru serliga reglur galdandi fyri grind. Tann, sum ætlar at taka grind við tær til Danmarkar, skalt útvega sær eitt CITES loyvi, sum tey kalla tað.
Og í hesum sambandi er munur á um fólk eru fastbúgvandi í Føroyum ella Danmark. Ert tú fastbúgvandi í Føroyum, nýtist tær ikki danskt innflutningsloyvi, tá tá er nokk við einum føroyskum CITES útflutningsloyvi. Ert tú fastbúgvandi í Danmark, skalt tú hava bæði CITES útflutningsloyvi úr Føroyum og innflutningsloyvi í Danmark.
Mesta nøgdin av grind, sum tað ber til at hava við, er 10 kilo og CITES útflutningloyvi fáast á Havstovuni.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað ber eisini til at senda pakka við føroyskum mati til fleiri fólk, uttan at vøran skal kannast av djóralækna, tá hon kemur til landið. Her verður hugsa um at allur pakkin kortini verður sendur til ein og sama bústað.
Krøvini eru, at maturin er úr Føroyum og navn og bústaður á endaliga móttakaranum skal standa á og í Danmark skal djóralækni á staðnum hava boð um sendingina, áðrenn maturin kemur til Danmarkar.
Saman við fráboðanini skal ein listi við nøvnum og bústøðum hjá øllum móttakarum vera við, saman við vektini og innihaldinum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.