- Hin 6. mei 2008 datt ein drongur, Áki, 12 ára gamal so meint í ánni við fótbóltsvøllin í Sørvági, at hann smekkaði høvdið í hellu og fall í óvit, høvdið fór undir, og har lá hann, um ikki vinmaður hansara, hin javngamli Rógvi ikki leyp til og hálaði hann upp og byrjaði at geva honum fyrstuhjálp, samstundis sum hann rópti um hjálp.
Onki lív var í Áka tá hann kom upp á turt.
- Knappliga kom vatn úr munninum á Áka, og hann raknaði spakuliga við. Hetta var lisið úr uppskotinum til at kjósa Rógva til ársins fyrstuhjálpara.
Eisini greiddi Súni Vinther frá, hvussu ein løgreglumaður hevði sæð hendingina.
- Sá eg, at ein ungur drongur sat á áarbakkanum við einum dreingi í føvninginum, skrivaði løgreglumaðurin.
- Tá fekk eg tár í eyguni, slíkt er sálarlig fyrstahjálp av besta slag, segði Súni Vinther.
eij.
Grundgevingar
Tað eru fýra høvuðsreglur í fyrstuhjálp.
1. Steðga vanlukkuni
2. Lívbjargandi fyrstahjálp
3. Boðsend neyðug hjálp
4. Veit vanliga fyrstuhjálp
Útfrá hesum varð Rógvi Joensen valdu til ársins fyrstuhjálpara. Men Súni Vinther vísti í gjár eisini á, at hini, sum vóru í uppskotið eisini hava gjørt eitt megnartak.
eij.