Tá ið aldurin er 37 ár, munnu flestu fótbóltsleikarar umhugsa at stilla fótbóltsskógvarnar á hillina. Hetta er tó ikki støðan, tá ið man eitur Henrik ´Henke´ Larsson.
Hollendska blaðið, Brabrants Dagblad, skrivar í dag, at PSV Eindhoven er áhugað í at skriva sáttmála við málslúkaran. Flytingarvindeygað letur ikki upp fyrr enn í januar, men ´Henke´ hevur bara sáttmála við svenska felagið, Helsingborg IF, fram til novembur, so longu til ta tíð kann eitt nú PSV skriva sáttmála við svian.
Henrik ´Henke´ Larsson hevur áður leikt við Celtic, har hann skoraði heili 242 mál í 315 dystum. Eftir væl eydnaðu tilveruna í skotska felagnum gekk leiðin til FC Barcelona, haðani hann skifti heim til Helsingborg IF. Eitt skifti var hann eisini útleigaður til Manchester United.