Hennara áhugamál eru tey sjúku og veiku

­ Av tí sama fór eg eisini at læra til sjúkrasystur. Tað krevur at tú hevur virðing fyri høgum og lágum, sjúkum sum frískum. Kann eg verða við til at bøta um viðurskiftini hjá menniskjum við at fara upp í politikk, so eri eg ikki bangin fyri at taka ábyrgd, sigur Joan Ziskason

Hon er 41 ára gomul, og hevði arbeitt sum sjúkrasystir í 11 ár, tá hon varð vald til forkvinnu í Sjúkrasystrafelagnum, ið telur 699 limir.

Hóast stóra ávirkan sum formaður í einum fakfelag, og hópin av arbeiðsuppgávum, vil Joan Ziskason kortini royna seg á politiska vígvøllinum.

Hon er gift við Ziska Ziskason, skipara, og tey eiga tvey børn, ein son sum er 24 og 22 ára gamla dóttir. ­ Og ein ommuson, sigur Joan brosandi.

Spurd hví hon nú stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin, sigur Joan Ziskason, at hon altíð hevur havt áhuga fyri politkki.

­ Eisini tá eg var smágenta í Klaksvík. Tá val var, og vit børn vóru úti og spældu, fór eg altíð inn at lurta, tá valsendingar vóru í Útvarpinum. Eg helt tað vera so stuttligt at lurta eftir politikararunum.

Hon hevur eisini ofta tosað um at fara upp í politikk, men einki gjørt við tað. Tá hon síðani gjørdist formaður í Sjúkrasystrafelagnum, har hon er farin undir annað skeiðið, hevur hon fingið enn meira áhuga fyri politiska arbeiðinum.

­ Fakfelagsarbeiði og politiskt arbeiði líkist nógv. Eitt nú er ein uppgáva í mínum fakfelagsarbeiði at seta kós. Tað verður eisini gjørt í politikki, sigur Joan Ziskason, og situr hugsunarsom lítla løtu.


Eitt val millum at luttaka ella hyggja at

­ Sjálvandi kundi eg valt bert at sitið og hugt at, men eg vil heldur luttaka. Tá eg fekk áheitanina tosaði eg við familjuna, og tey stuðla mær. Eg eri ikki bangin fyri at taka ábyrgd, og tí tók eg av, sigur Joan Ziskason.

Hon heldur at Javnaðarflokkurin stendur fyri somu áhugamálum, sum hon hevur hug at gera nakað við - nevniliga at hjálpa teimum sjúku og veiku. Tað var eisini hetta, sum var orsøkin til at hon fór at læra til sjúkrasystir.

Tað er í hennara verð eisini umráðandi at hava virðing fyri menniskjunum, høgum sum lágum, sjúkum og frískum.

­ Eg royni altíð at hitta menniskjuni har tey eru, og eg virði øll. Hetta haldi eg eisini at Javnaðarflokkurin stendur fyri, sigur hon.

Samstundis vísir Joan á, at júst Javnaðarflokkurin hevur skapt vælferðarsamfelagið. Tað telur eisini, at flokkurin ikki slepti fólki upp á fjall, tá á stóð.


Ein tikkandi bumba

­ Kortini skulu nógvar ábøtur gerast. Hetta kundi eg hugsað mær at arbeitt við. Her hugsi eg serliga um tey gomlu í samfelag okkara. Vit vita, at um ikki so nógv ár verða ov fá fólk í arbeiðsførum aldri, sum skulu gjalda til tey gomlu, ið gerast alt fleiri í tali. Verður einki gjørt nú, kann tað verða neyðugt at hækka skattin.

Hetta er ein tikkandi bumba, sum politikarar í londunum kring okkum arbeiða við. Har verður sagt, at um samfelagið skal megna at geva teimum gomlu sømilig kor á ellisárum, er neyðugt at gera langtíðar ætlanir.

­ Tí haldi eg at vit mugu fyrireika okkum - ikki bert fýra ár, men 20 ár fram í tíðina. Tað er greitt eitt mál, sum politikarar í Føroyum eisini mugu taka upp nú. Tað er t.d. ikki ráðiligt at veita skattalætta, sigur Joan Ziskason.

Hon heldur eisini, at ein annar óvguliga illa staddur bólkur í samfelagnum eru ungar mammur, sum sita einsamallar við børnum. Eingin skipan er til, sum hjálpir teimum. Tær eru ofta noyddar at ríma frá húsi og heimi, og hervið noyðast børnini kanska at skifta umhvørvi fleiri ferðir.

­ Barnaansingin er ein kommunal uppgáva, men fyri tað nýtast landspolitikarar ikki bert at virka sum eygleiðarar, sigur Joan Ziskason.

Formaðurin í Sjúkrasystrafelagnum heldur eisini at annar fyrimunur er í Javnaðarflokkinum. Hesin er einasti flokkur, sum hevur virðing fyri fakfeløgunum, mótvegis Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, sum ynskja fakfeløgini higar har piparið grør.


Arbeiðsbyrða og viljan at ávirka enn meir

Spurd um formaður í Sjúkrasystrafelagnum ikki hevur nóg stóra arbeiðsbyrðu sum er, til eisini at átaka sær politiskt arbeiði, svarar Joan Ziskason ótolin: ­ Jú, eg veit. Hesin spurningin hevur eisini verið settur mær fleiri ferðir, men nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer.

­ Hinvegin, so er Sjúkrasystrafelagið eitt partapolitiskt óheft felag, og eg havi loyvi at verða politiskt aktiv, sigur Joan Ziskason.

Hon hevur kunnað nevndina um sínar ætlanir. Nógv halda, at tað er væl at formaðurin í felagnum roynir at fáa meir ávirkan, men sjálvandi - tey, sum ikki halda við Javnaðarflokkinum eru kanska ikki fegin um tað.

­ Tað eru kortini nógvar kvinnur uppstillaðar í hinum flokkunum. Í tinginum fara tær kanska at arbeiða við somu málum, hóast tær sita í hvør sínum flokki.

­ Tað er bert væl at fáa fleiri kvinnur í tingið, og vit duga at reka eitt húsarhald. ­ Tosa vit um tað fíggjarliga, so standa kvinnur ikki aftan fyri menn, sigur Joan Ziskason, sum er ógvuliga sjálvstøðug.

Hon er gift við sjómanni í langfarasigling, og er von at átaka sær bæði tær fíggjarligu og handaligu uppgávurnar fyri familjuna.


Lært smíð o.m.a. í kvøldskúlanum

Av tí at hon hevur verið einsamøll heima stóran part av tíðini, hevur Joan eisini gingið nógv ár á kvøldskúla, har hon hevur lært nógv áhugavert innar ymsar lærugreinar.

­ Tá eg arbeiddi sum sjúkrasystir á skurðgongini, brúktu vit nógv amboð í viðgerðini, eitt nú sagir, borimaskinur og tílíkt. Hesi dugdi eg sjálvandi at handafara á skurðdeildini, men eg vildi fegin læra at smíða. Tí havi eg gingið til træsmíð, umframt at eg havi gingið til russiskt, spanskt og enskt mál, sigur Joan.

Harnæst hevur hon handilsskúlaprógv og prógv í leiðslu og samskifti, og hevur eisini gingið til seyming.

Sum fakfelagsformaður skal Joan Ziskason arbeiða fyri at bøta um viðurskiftini hjá sjúkrasystrunum í Havn, eins væl og í Suðuroy og í Klaksvík og aðrastaðni har sjúkrasystrar eru virknar.

Landssjúkrahúsið eigur ongan góðan

­ Hvussu metir tú um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, sum er í tínum valdømi?

­ Landssjúkrahúsið hevur ongan góðan átt síðan 1989. Eftir hetta hevur tað bert gingið afturá, sigur Joan.

­ Sum nú er siti eg sum formaður fyri allar sjúkrasystrar í Føroyum. Um eg hevði sitið í tinginum, kundi eg arbeitt fyri øll starvsfólkini innan heilsuverkið.

­ Ikki soleiðis,at eg vildi gloymt sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy, men eg havi varhuga av, at á teimum smáu sjúkrahúsunum gongur betur, hóast tey eisini hava tørv á størri játtanum.

­ Trupulleikin er, at vit ikki hava skipaðan heilsupolitikk, sum miðvíst setur út í kortið, hvat vit vilja gera á sjúkrahúsøkinum í Føroyum.


Sjúkrahúsini eru ikki bygd til starvsfólkini

­ Sjúkrahúsini eru ikki bygd til starvsfólkið, men til tey sjúku. Har skulu vit øll fara at fáa viðgerð og røkt, um vit verða sjúk.

­ Tá kjak er um Landssjúkrahúsið, so snýr tað seg ongantíð um góðsku á røkt og viðgerð, men altíð um samsarv ella vantandi samstarv á stovninum, ella um vit skulu hava fleri sergreinar.

­ Vit áttu heldur at tosa um at fáa tað at virka, sum longu er á Landssjúkrahúsinum, tí vit kunnu ongantíð hava allar sergreinar í Føroyum. Tað hava vit ikki ráð til.

­ Skal Landssjúkrahúsið virka sum eitt sentralsjúkrahús?

­ Jú, avgjørt er Landssjúkrahúsið eitt sentralsjúkrahús, men trupullekin er bert, at har er eingin stýring.

­ Kundu vit fingið eitt orðaskifti í lag um, hvat vit vilja við Landssjúkrahúsinum soleiðis, at allar partar kundu sagt sína hugsan, kundi tað bøtt um støðuna, sigur Joan Ziskason, og vísir á afturvendandi trupulleikarnar. Tað er á hvørjum ári í desember mánað, tá játtanin á Landssjúkrahúsi-num er uppbrúkt, og tosað verður um at siga fólki upp.

­ Tá tað hendir at játtanin ikki heldur, átti tað at fingið avleiðingar fyri tann ella tey, sum hava gjørt so stóran roknifeil.

­ Sjálvandi ber ikki til at siga við ársbyrjan, hvussu nógv fólk verða sjúk, men tað er ikki einasti trupulleikin, sigur Joan Ziskason.


Óli veit ikki hvat hanntosar um

­ Tað harmar meg tí at hoyra Óla Breckmann á tingsins røðarapalli tosa um og havast at teimum »Hvítkitlaðu klandursvættunum«, tá vit vita, at júst hesi brúka alla orku at fáa tey sjúku at kenna seg trygg, sigur Joan Ziskason. Hon heldur at slík úttala best prógvar, hvussu lítið tingmenn kenna til sjúkrahúsviðurskifti. Tað kundi hon hugsað sær at gjørt nakað við.